UPPTAKT
Klaksvíkingar fara til Vágs í morgin. Teir fara sjálvandi suður fyri at vinna, og teir siga, at tað er týdningarmikið, at teir greiða sín setning. Men teir tykjast hava ásannað, at hóast tað nógvu teir seinastu dystirnar hevur gingið sera væl, so verður heildarúrtøkan ikki meiri enn silvurmerkini. Tað er ikki so galið, men hjá so sigursvandum felag sum KÍ er tað ikki tað besta og serliga ikki, tá havt verður í huga, at teir í løtuni kanska eiga besta liðið av øllum.
At FM stríðið tykist vera avgjørt, og at spælararnir eru troyttir av longum kappingarári man vera orsøkin til, at Kurt Mørkøre ikki hevur lagt so nógv á sínar spælarar í hesi vikuni. Teir vandu týskvøldið og hóskvøldið, og so verður ikki vant meiri, áðrenn teir fara til Vágs.
Ove Nysted hevur í miðverjuni verið ein av størstu stuðlunum í hesum kappingarárinum. Men hann verður ikki við í Vági í morgin. Ove er annar av venjarunum hjá kvinnuliðnum, sum í hesi vikuni er í Umeå í Svøríki og spælir í Europa Cup bólkaumfari. Og umframt at vera burturstaddur, so er Ove eisini leikbannaður. Ímóti GÍ fekk hann triðja gula kortið í landskappingini.
Alexander Djordjevic hevur verið burturstaddur í vikuni. Hann skuldi koma aftur undan vikuskiftinum, og hann verður ivaleyst annar av miðverjunum. Avloysarin hjá Ova Nysted verður veteranurin Jan Andreasen ella Símun Joensen, sum loysti Alexander av, tá KÍ vann í Klaksvík ímóti HB.
Farnir í hi
Á Svangaskarði síðsta sunnudag vístu vágbingar, at teir meiri ella minni eru givnir fyri hetta árið. Teir hava ikki vant nakað serligt síðstu vikurnar. Í felagnum hava teir prioriterað liðið í 2. deild høgt. Nú er tann bjargingarroyndin eydnast, og so er møguleiki fyri, at teir fara at seta meiri fólk á besta liðið, sum var heilt illa mannað á Toftum.
Predrag Zivkovic noyddist út á Svangaskarði, tí hann var skaddur. Tað er rættuliga ivasamt, um hann verður við í morgin.
Tað hevur ljóðað, at onkrir av veteranunum á VB liðnum ætla at gevast í 1. deild, tá hetta kappingarárið er liðugt. Nú skal ansast eftir, tí tað vísir seg ofta, at ætlanir um heystið ikki verða veruleiki, tá dagarnir aftur fara at dragna. Men um vágbingarnir gera álvara av hóttanunum, so verður dysturin ímóti KÍ síðsti heimadysturin yvirhøvur hjá teimum í bestu deildini.
Um fótbóltsframtíðin í Vági skal metast út frá avrikunum í dreingjadeildini og unglingadeildini, so stendur ikki so illa til. Bæði liðini hava tryggjað sær FM heitið.