Arbeitt verður við at skriva bók um Frelsunarherin í Føroyum, og verður nú sóknast eftir myndum, ið eru tiknar í samband við ymisk arbeiði og tiltøk. Frelsunarherurin hevur hildið til í Tórshavn og í Vági, og hevur sett dám á gerandisdagin á hesum støðum í mong, mong ár. Nú verður sagt frá Frelsunarherinum í Vági, at tey, ið hava myndir, sum kunnu hugsast at vera nýtiligar í bók um Frelsunarherin í Føroyum, kunnu venda sær til Ben Eli á telefon 588558 ella 373150.