Á fyrsta sinni kemur út upprunaføroysk bók um allan tann fisk, ið er skrásettur at liva undir Føroyum. Í hesum slóðbrótandi verki hevur Rógvi Mouritsen sum fiskimaður og biolog-assistentur á Fiskirannsóknarstovuni savnað okkara vitan um fiskasløg í føroyskum sjóøki. Tilsamans 235 fiskasløg eru skipað í hóp, ætt og slekt í nýggju bókini Fiskar undir Føroyum, sum Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan geva út.
Leingi hevur tørvur verið á eini fiskabók. Gamaní eru bøkur um fisk, veiðu og fiskasløg komnar fyrr, men aldri áður er ein upprunaføroysk fiskabók givin út. Nú er hon so her, Fiskar undir Føroyum, við tekningum hjá Astrid Andreasen og Bente Olesen Nyström, og skitsutekningum hjá Rolf Mouritsen.
Í tey stívliga 30 árini, Rógvi Mouritsen hevur verið biolog-assistentur á Fiskirannsóknarstovuni, hevur hann verið við í fiskikanningum undir Føroyum og aðrastaðni í Atlantshavinum.
“Eg havi nakað av snellu-, ymsum línu- og garnaroyndum, men serliga við troli á stórt sæð øllum leiðum við Føroyar. Haðani havi eg nógvar av mínum royndum og vitan um fisk, men eisini frá lesnaði, og frá fiskimonnum, sum eg var saman við,” sigur Rógvi Mouritsen, nú bók hansara Fiskar undir Føroyum kemur út.
Móttøka verður á Fiskirannsóknarstovuni 15:00, har bókin verður løgd fram og høvi verður at keypa hana fyri serprís.