Eftir at hava skrivað eina bók um ferðamannaskipið Tjaldur, sum var bygt á Aalborg Værft og kom sum nýtt til Føroya í 1953 og um Smiril sum var bygdur í 1932, er enn ein bók á veg frá Bjarna Åkesson Filholm um føroyska skipasøgu. Fyribils eitur bókin "Fire skibe med navnet Tjaldur". Bókin er um tey fýra ferðamannaskipini hjá Skipafelagnum Føroyar við navninum Tjaldur, sum hava siglt millum Føroyar og Danmark. Tað fyrsta Tjaldur bleiv keypt frá ØK sum átta ára gamalt. Tað byrjaði at sigla í 1925 og sakk á Mjóvanesi í 1946. Í 1947 keypti Skipafelagið Føroya íslendska ferðamannaskipið Gullfoss, ið eisini fekk navnið Tjaldur. Tað skipið sigldi til 1953 tá nýggja stásiliga ferðamannaskipið, Tjaldur, ið varð bygt á Aalborg Værft, kom til landið og sigldi til tað bleiv selt í 1967. Tá bleiv 22 ára gamla norska ferðamannaskipið Astrea keypt og fekk navnið Tjaldur. Hetta bleiv ta seinasta Tjaldur hjá Skipafelagnum. Árið eftir, í 1968, varð skipið selt av landinum. Hesi eru skipini sum nýggja bókin hjá Bjarna Åkesson Filholm handlar um. Hann hevur fingið nógv tilfar til vega, so talan verður um eina sera áhugaverda bók fyri okkum føroyingar. Fyrra bókin, Tjaldur, sum kom út í 1999 og bleiv prentað í 1000 eintøkum, bleiv útseld eftir einum ári og verður ikki prentað aftur. So tey sum kundu hugsað sær ta fyrru bókina kunnu ístaðin keypa nýggju bókina, sum kemur út í august í ár.
Tað er danska forlagið Nautilus sum gevur bøkurnar út. Forlagið Nautilus bleiv stovnað í 1999 við tí endamáli at geva út bøkur um danskar ferjur og ferðamannaskip. Fyrstabókin ið forlagið gav út var bókin Tjaldur hjá Bjarna Åkesson Filholm. Síðan eru fleiri áhugaverdar bøkur komnar frá Nautilus.
Hálvur føroyingur
Bjarni Åkesson Filholm er føddur í Vestmanna í 1952. Pápin er danskari og mamman er føroysk, ættað av Tvøroyri, ið er tann bygdin í Føroyum, sum Bjarni kennir best. Familjan búði nøkur ár í Føroyum, tey búðu í Vestmanna, í Havn, og á Tvøroyri. Pápin, ið var verkfrøðingur, var settur í starv hjá Føroya Løgtingi sum eftirlitsmaður, hann hevði eftirlit við ymiskum byggiarbeiði, sum t.d. vatnbyrgingunum í Vestmanna og ymiskum byggiarbeiði í Havn og á Tvøroyri. Mamman, Sonja Åkesson Filholm er dóttir ein svenskan innflytara, Albin Åkesson og Mathilde Mortensen, ættað av Tvøroyri. Abbin, Albin Åkesson kom úr Svøríki í byrjanini av 1900-talinum og arbeiddi í kolanámum og upp á veg í Suðuroynni. Hann var við til at byggja vitarnar í Akrabyrgi og í Mykinesi. Familjan flutti til Danmarkar, tá Bjarni var 3 ára gamal. Eftir tað ferðaðust tey ofta til Føroyar í summarfrítíðini. Familjan ferðaðist altíð við ferðamannaskipinum Tjaldur hjá Skipafelagnum. Tað var um hesa tíðina, at Bjarni bleiv so hugtikin av hesum so sera vakra skipi.
Familjan Filholm búsettist á Bornholm, har Bjarni gekk í skúla og bleiv studentur í 1972. Hann lærdi til bókavørð á Danmarks Bibliotekshøjskole og bleiv útlærdur í 1976. Síðan hevur hann arbeitt sum bókavørður. Seinastu meira enn 20 árini hevur hann arbeitt sum bókavørður á Hjørring Bibliotek. Hesi árini hevur hann skrivað í ymiskum bløðum og tíðarrritum um tónleik og bókmentir, serliga um føroyska sigling. Eisini hevur hann arbeitt sum bókaummælari í ymiskum samanhangum, eitt nú í Dimmalætting í 70-unum og 80-unum. Tað var Johannes Enni á Tvøroyri, sum heitti á hann um at ummæla ymiskar føroyskar barnabøkur fyri Dimmalætting.
Nýggja bókin sum kemur út í august 2003 verður umleið 120 síður, nakrar síður verða í litum. Bókin verður ein nágreinilig lýsing av teimum fýra skipinum hjá Skipafelagnum við navninum Tjaldur.