Bók um Julian

Emil L. Jacobsen, blaðmaður á Dimmalætting, hevur saman við Julian S. Johnsson skrivað bók um fótbóltstilveruna hjá føroyska landsliðsspælaranum. Bókin hevur heitið, Føroyingurin úr Danmark, og verður her greitt frá, hvussu tað bar til, at Julian fekk gjørt barnadreymin um tilveruna sum yrkisspælara til veruleika. Bókin er 200 síður, og kostar hon 296 kr. í sølubúðunum.