Bókaútgáva

»Úthavsdagar - Oceaniske dage«

Í sambandi við 100-ára dagin hjá Jørgen-Frantz Jacobsen tann 29.11. kemur bókin ?Úthavsdagar - Oceaniske dage? út við greinum um ritverk hansara og um tað hjá Williami Heinesen.

Har eru greinir um skaldsøguna og um filmin ?Barbara?. Turið

Sigurðadóttir skrivar um essay og yrkisprosu hansara og Leyvoy Joensen lýsir leiklutirnar hjá Jørgen-Frantz Jacobsen og Williami

Heinesen í tjóðskaparligu menningini í 20. øld. Hanne Flohr Sørensen skrivar um brævaskiftið millum høvundarnar.

Ritverkið hjá Williami Heinesen verður viðgjørt í fleiri greinum, m.a. eftir Torben Bro-strøm professari, sum skrivar um yrkingar hansara. Harafturat skriva Vár í Ólavsstovu um ?Laterna magica? og Malan Marnersdóttir um ?Tårnet ved verdens ende?.

Umframt fleiri aðrar greinir um báðar høvundarnar.

Bókin er úrslit av ráðstevnuni ?Úthavsdagar? í Norðurlandahúsinum 25.-27. maj í ár. Bókmentafrøðingar, høvundar og bókmentaáhugað úr Norðurlondum tóku lut.

Ritstjórar eru Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir.

Útgevari: Fróðskaparfelagið og Norðurlandahúsið.

Bókin verður at fáa í bókahandlunum og hjá Bókamiðsøluni:

BMS@post.olivant.fo