Bókaútsølan nærkast

29. mars  6. mai 2006 verður aftur skipað fyri stórari várútsølu av føroyskum bókum


Í 1988 varð fyrstu ferð skipað fyri útsølu av føroyskum bókum. Bókhandlarafelagið og Bókadeild Føroya Lærarafelags skipaðu fyri, og var hetta stórhending tá. Nú vóru so nógvar føroyskar bøkur, at til bar at skipa fyri rimmar útsølu við fleiri hundrað bókum.
Kortini er tað greitt, at føroyski bókamarknaðurin er so mikið avmarkaður, at tað ber ikki til at halda útsølu hvørt ár. Tí er føroysk bókaútsøla bara 3. hvørt ár  og bøkurnar, ið verða seldar á útsølu, skulu í minsta lagi vera 3 ára gamlar. Tá ið tær hava verið á tveimum útsølum, sleppa tær ikki við aftur.
Nú er so aftur bókaútsøla á skránni í døgunum 29. mars til 6. mai. Bókadeild Føroya Lærarafelags sendir í hesum døgum bræv til øll forløg, har boðað verður frá hesum og greitt verður frá treytunum at sleppa upp í part. Lýsing verður eisini sett í bløðini, so fólk, ið kanska eiga bøkur, sum stigtakararnir ikki vita um, kunnu gera vart við seg.
Stór útsøluavís verður prentað og send í øll hús í landinum nakrar dagar, áðrenn útsølan byrjar. So kunnu fólk í frið og náðum kunna seg við útsølubøkurnar.
Um fólk hava spurningar ella hug at práta við onkran um útsøluna, eru tey vælkomin at tosa við Kára Árting í Bókasøluni í SMS (319575) ella við Niels Jákup Thomsen á Bókadeildini (317644).