Næsta vikuskiftið 19.-21. november verða bókadagar í Forum. Hetta eru gomul og kendu stevnuhøli, "6-dages løb" plagdi at verða har og í 1986 varð skipað fyri "Færøerne i Fokus" í hølunum.
Bókadagarnir byrja fríggjamorgunin, tá ið virðislønin "Forums Debutantpris" verður latin einum rithøvunda, sum fyrstu ferð er frammi við bókmentaverki. Hetta er ikki einasta virðislønin, sum verður handað í Keypmannahavn komandi vikuskiftið. Eisini "Klods Hans Prisen" og "Skriverprisen 1999" verða latnar skrivandi fólki í Danmark. Fyrru virðislønina letur IBBY Danmark, meðan Margrethe Vestager, kenslumálaráðharri, handar hina seinnu, sum danska Kenslumálaráðið letur ein rithøvunda, sum nýtir lætt og skilligt mál, "læsevenligt" sum tey siga. Danska Skúlabókavarðafelagið er eisini við á stevnuni og fer at siga frá um Danmarks Skolebibliotekarforenings Børnebogsprismodtager í ár.
Sum heild er stórur áhugi fyri barnabókini. Fyrsta kjakevnið á pallinum í Forum ber heitið "børn og klassikere". Kjakast verður við og um børn, og hvussu tey handfara bókmentir. Flemming Quist Møller lesur og stýrir orðaskiftinum. Eftir hetta kjakevnið á pallinum, heldur Beth Junker, lektari, fyrilestur, hon rópar, "Når barndom bliver kultur...". Seinnapartin sama dag fer Torben Weinreich, professari, rithøvundur og leiðari, at greiða frá um Center for Børnelitteratur, sum hevur virkað í eitt ár.
Kend nøvn
Høvuðsnavnið á bókastevnuni í Forum í ár man tó vera 82 ára gamla Doris Lessing. Hon er fødd í Iran og fimm ára gomul flutti hon við húskinum til Suðurrodesia, ella Zimbabwe, sum vit nú siga. Í 1950 flutti hon til Onglands og búsettist í London. Fyrsta bókin "The Grass is Singing" varð stórliga fagnað og bleiv í 1981 til væl eydnaðan bretskt-svenskan film við sama navni. Trý ár seinni varð filmurin tó sýndur í USA við heitinum "Killing Heat". Á tílíkum bókastevnum er siður, at rithøvundar verða bodnir upp á ein pall, har køn fólk tosað við teir og áhoyrarar síðani fáa høvi at seta spurningar. Soleiðis verður eisini í førinum Doris Lessing.
Politiskar endurminningar hava altíð havt stóran áhuga millum fólk. Á bókastevnuni í Forum í ár verða tveir fyrrverandi danskir forsætismálaráðharrar at hitta. Báðir eru aktuellir í bókabúðunum, annar sum rithøvundi og hin sum evni í nýggjari bók. Poul Schlüter fer sunnudagin 21. november at siga frá um bók sína "Sikken et liv", har hann minnist aftur á farin ár. "Anker. Mennesket. Magten. Meningerne" rópast bók, sum Alex Frank Larsen hevur skrivað um Anker Jørgensen. Teir báðir, Alex og Anker, vera á Tranepallinum sunnudagin fyrrapartin.
Ein hópur av kendum og minni kendum donskum rithøvundum hava sambært Politiken boðað frá luttøku. Klaus Rifbjerg, Jane Aamund, Carsten Jensen, sum altíð draga nógv fólk afturat sær, og so meiri eyðmjúk men ikki minni áhugaverd fólk sum eitt nú Søren Ulrik Thomsen. Hann er føddur í 1956 og gav fyrsta yrkingasavnið út í 1981. Nýggjasta yrkingasavn hansara rópast "Det skabtes vaklen". Fyrr í ár varð filmur, sum Jørgen Leth hevur gjørt, frumsýndur í donskum biografum. Filmurin, sum ber heitið "Jeg er levende", kann lænast á video á donsku bókasøvnunum. Tveir danskir popparar verða eisini við sum rithøvundar, teir eru Anne Linnet og Elisabeth Gjerulff Nielsen. Millum norðurlendsku rithøvundarnar, sum vitja í Forum í Keypmannahavn í ár, eru Jan Guillou og Erik Fosnes Hansen.
Men skemt í ramasta álvara er eisini við. Mikael Witte verður við á stevnuni, tí hann nýliga hevur givið út bókina "Nazisme". Tað var Witte, sum á sinni førdi fram, hvussu heilsugóð donsku svínini vóru. "De strutter af penecillin", segði hann á prýðiligum uppsløgum.