Bókarøðin um alis-og evnafrøði liðug

Í samband við, at bókarøðin, Alis-og evnafrøði 1 til 3, nú er liðug, varð skipað fyri framløgu av bókaverkinum í Mentamálaráðnum hósdagin, har Føroya Skúlabókagrunnur legði allar bøkurnar fram

Framløga

Tað var landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, sum legði fyri hendan dagin.
Niels Petersen, sum hevur verið við í øllum hesum arbeiði og Helena D. á Neystabø, greiddu vegna Skúlabókagrunnin frá bókaútgávuni.
Høvundurin, sum hevur skrivað snotuligu og dygdargóðu verkini, Pól Jespersen, hevði eisini eina hugnaliga frágreiðing um sín viðfødda áhuga fyri alis-og evnafrøði.
Hann greiddi frá tíðini sum smádrongur, tá ið hann royndi eitt sindur av hvørjum innan alis-og evnafrøðina.
Báður Niclasen, sum starvast á Náttúruvísindadeildini, segði eisini nøkur orð um týdningin av alis-og evnafrøðini í breiðari merking.
Lærarin í alis-og evnafrøði, Jacob Thomsen, sum hevur starvast við Tórshavnar kommunuskúla í meira enn eina fjórðings øld, hevði tveir næmingar við til framløguna, har hesir gjørdu nakrar royndir úr tilfarinum.
Sosialurin fer týsdagin at venda aftur til ymiskt av tí, sum sagt varð við framløguna í Mentamálaráðnum.
Frálíki teknarin, Óli Petersen, sum saman við Janusi Dam Guttesen hevur verið við til at ríkað verkini við tekningum, var eisini við hendan dagin.

Heimligt umhvørvi

Bókarøðin, Alis-og evnafrøði 1 til 3, er ætlað næmingum, sum ganga í 7. flokki og í framhaldsdeildini.
Triðja og seinasta verkið, sum nú er komið, er ætlað næmingum í 9. flokki.
Umframt tríggjar grundbøkur, eru eisini tríggjar
uppgávubøkur og tríggjar lærarabøkur.
Eitt av endamálunum við bókarøðini er at geva næmingunum í fólkaskúlanum møguleika fyri at ogna sær vitan á hesum víðfevnda øki á móðurmálinum ? og við støði í heimligum umhvørvi.
Tað er sum nevnt Pól Jespersen, studentaskúlalærari, sum hevur týtt og tillagað alla bókarøðina til føroysk viðurskifti.
Í sambandi við arbeiðið, hevur ein námsfrøðiligur stuðulsbólkur við lærarunum, Harriet Hansen, Selmar Jacobsen og Jacob Thomsen, viðgjørt handritið.
Rættlestrinum hevur Svenning Tausen tikið sær av.

Tekningarnar

Grundbókin er prýdd við litføgrum og lýsandi myndum, sum Óli Petersen hevur teknað. Aftrat hesum eru fotomyndir úr umheiminum og eisini úr føroyska gerandislívinum.
Janus Dam Guttesen hevur prýtt arbeiðsbókina og lærarabókina við góðum og frágreiðandi tekningum til hvørja arbeiðsuppgávu.
ReproZ hevur staðið fyri umbrótingini av bókaverkinum, Alis-og evnafrøði 1 til 3.