Petur Jacob Sigvardsen hevur givið út eitt bókaverk sum kallast "Torvið í Føroyum". Talan er um eitt bókaverk í fimm bindum. Petur Jacob hevur arbeitt við hesum evninum síðani ´81 og ´82, tá ið hann skrivaði eina ritgerð til ein eina ritgerðakapping, sum Fróðskaparsetur Føroya skipaði fyri.
Í fororðunum ásannar Petur Jacob, at torvmentanin hoyrir fortíðini til. Tað nýggja ættarliðið kennir als ikki til torv, og tey, sum hava uppliva at fara eftir torvið, fækkast í tali. Fyri at varðveitta søguna og siðsøguna í hesum mentunnararvinum, hevur hann tí skrivað hetta verk.
Tilfarið í bókini er bygt á samrøður við heimildarfólk. Við hesum roynir hann at lýsa torvarbeiðið í øllum bygdunum kring landið.
Í gjár var móttøka í Miðlahúsinum, har ið Petur Jacob greiddi frá arbeiðnum at gera bókina.
- Tað var ein hugnalig løta, sigur Petur Jacob Sigvardsen, sum fegnast um tey uppmøttu.