Eitt hvítt hús í Árnafirði, eitt reytt neyst í Miðvági, ein ávís gøta við Gjógv.
Nógvir av málingunum hjá Pól Skarðenni eru ikki bara bundnir at eini ávísari føroyskari bygd. Oftast tykist myndin eisini at savna ein heilt serligan týdning kring eitt ávíst stað í bygdini. Ella rættari, tann, ið hevur bílagt málningin knýtir nakrar serligar kenslur at staðnum. Hugskotið til nógvar av landslagsmyndunum hjá Pól Skarðenni koma nevniliga frá fólki, ið fegin vilja eiga ein málning av síni heimbygd, barndómsheimi ella einum ávísum útsýni, teimum dámar serliga væl.
Endurnýggjar seg
Hóast hesar myndirnar sostatt skulu uppfylla eitt ávíst ynski, kennir Pól Skarðenni seg ikki listarliga bundnan ella avmarkaðum av teimum. Heldur tvørturímóti.
- Umbindu málningarnir leiða meg oftast fram á støð og myndevni, sum eg neyvan var komin í tankar um sjálvur. Ofta leiti eg aftur til hesi støðini seinni, tí tey hava givið mær nýggj hugskot og nýggjan íbástur til aðrar myndir, sigur Pól Skarðenni.
- Sum listamálarari ert tú ofta í vanda fyri at tøva í tí sama. So umbidnu málingarnir eru ein fínur máti at endurnýggja seg sjálvan, leggur hann afturat.
At ein mynd dregur eina aðra við sær, er annars nakað, sum altíð hevur merkt arbeiðslagið hjá Pól Skarðenni.
- Bestu hugskotini fái eg, meðan eg máli. Tá kemur altíð okkurt fram, sum eg havi hug at kanna nærri, og tað verður so ofta myndevni í næstu mynd, sigur virkni málarin.
Málningar við smákyktum
Pól Skarðenni hevur annars ein heldur øðrvísi málihátt. Hann málar nevniliga tær flestu av sínum myndum út í náttúruni, næstan uttan mun til, hvussu veðrið er.
- Eg føli tað, sum at eg komi tættast at mínum myndevni, um eri úti og so at siga standi mitt í tí. Oftast royni eg at at halda fast við tað, eg byrjaði við, men um veðrið knappliga broytist, hendir tað seg meir enn so, at eg eisini broyti myndina. At mýggjabitar og onnur kykt so eisini onkuntíð hanga føst í málingini, taki eg við. Tað hoyrir onkursvegna til eina mynd, sum er málað úti, haldi eg, smílist listamaðurin.
Nú Pól Skarðenni hevur framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, gleðir hann seg at hitta tey vitjandi. Hetta eru nevniliga ofta fólk, sum eiga onkra av hansara myndum, og fegin vilja hava eitt prát við listamannin.
- Nógvir av mínum málningum verða brúktir sum gávur, so eg kenni sjáldan tey, sum eiga teir. Tí er tað óføra stuttligt at hitta tey, og hoyra, hvat tey halda um málningin, tey hava fingið. Ofta hava tey gjørt sær heilt aðrar tankar um myndina, enn eg sjálvur, og tað er altíð spennandi at hoyra um, sigur Pól Skarðenni.