Bólkatrýst og ósannindi brúkt fyri at fáa portørarnar at melda seg úr Havnar Arbeiðsmannafelag

Portørar hava meldað seg úr Havnar Arbeiðsmannafelag undir skeivum fyritreytum

Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag

Nakrir portørar, sum høvdu skrivað undir felags fráboðan um útmelding úr Havnar Arbeiðsmannafelag, hava nú meldað seg inn aftur í arbeiðsmannafelagið.
Orsøkin til, at hesir portørar hava meldað seg inn aftur í arbeiðsmannafelagið, er m.a., at fyritreytirnar fyri útmelding vóru skeivar.
Tað er rættiliga ódámligt, at teir portørar, sum hava tikið stig til at fáa portørarnar at melda seg úr Havnar Arbeiðsmannafelag, tykjast hava givið skeivar upplýsingar í royndum sínum at fáa so nógvar portørar sum til ber at melda seg úr arbeiðsmannafelagnum.

Bólkatrýst og ósannindi
Nú er avdúkað, at nakrir av teimum portørum, sum hava tikið stig til at fáa portørarnar at melda seg úr Havnar Arbeiðsmannafelag, miðvíst hava brúkt bólkatrýst og beinleiðis ósannindi í royndum at náa máli sínum.
Upplýst er, at stigtakari hevur boðað portørum rá, at »meirilutin ræður«, t.v.s. at tá meira enn helvtin av portørunum hevði tikið undir við at melda seg úr arbeiðsmannafelagnum, so skuldu hinir fylgja við.
Eisini er upplýst fyri portørunum, at »nú mást tú skriva undir, tí allir hinir hava skrivað undir.«
Lætt er at skilja, at við slíkum ósannindum frá nøkrum av stigtakarunum hevur ligið eitt rættiliga stórt trýst á portørunum, og tað er átaluvert, at slík mannagongd verður brúkt í royndunum at fáa starvsbólk at skifta fakfelag.

Stigtakararnir tosa við tveimum tungum
Vit hava í fjølmiðlunum sæð, at bæði stigtakararnir til útmelding úr arbeiðsmannafelagnum og formaðurin í Starvsmannafelagnum hava víst á, at ein og hvør løntakari sjálvur kann velja, hvørjum fakfelag viðkomandi vil vera limur í.
Hetta er ein vælkend og viðurkend grundregla, men tá vit samstundis hava fingið upplýst, at onkur av teimum portørum, sum hava tikið stig til at fáa portørarnar at melda seg úr arbeiðsmannafelagnum, hevur upplýst fyri hesum portørum, at »meirilutin ræður«, og hava sagt, at »nú mást tú skriva undir, tí allir hinir hava skrivað undir,« so hava stigtakararnir júst ikki givið hvørjum einstøkum portøri høvi til sjálvur frítt at velja, um viðkomandi skuldi vera limur í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Hesir stigtakarar tosa tí við tveimum tungum, tá teir í fjølmiðlunum siga, at øll hava frítt at velja limaskap í fakfelag, samstundis sum teir hava lagt trýst á portørarnar fyri at fáa teir at melda seg úr arbeiðsmannafelagnum og enntá hava brúkt ósannindi um, at allir portørarnir nú høvdu skrivað undir.

Leikluturin hjá Starvsmannafelagnum
Starvsmannafelagið og formaðurin Gunnleivur Dalsgarð hava brúkt rættiliga nógva orku at vísa á, at portørarnir sjálvir hava vent sær til Starvsmannafelagið.
Hetta hava vit í Havnar Arbeiðsmannafelag ongantíð mótmælt, tí vit vita ikki, hvør hevur vent sær til hvønn.
Tað er heldur ikki so áhugavert, tá vit hugsa um leiklutin hjá Starvsmannafelagnum, tí hvat hevði ein fakfelagsformaður við virðing fyri føroysku fakfelagsrørsluni gjørt, um ein løntakarabólkur, sum var skipaður í øðrum fakfelag, vendi sær til henda fakfelagsformann?
Jú, sjálvsagt hevði fakfelagsformaðurin beinanvegin vent sær til fakfelagið hjá hesum løntakarabólki og tikið upp spurningin um ynskini hjá hesum løntakarum.
Men hvat gjørdi Gunnleivur Dalsgarð? Jú, hann fór saman við nøkrum fáum portørum undir eina miðvísa roynd aftan fyri ryggin á Havnar Arbeiðsmannafelag at fáa Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum at skúgva arbeiðsmannafelagið til viks sum samráðingarpart á økinum, sum felagið í nógv harrans ár hevur havt. Gunnleivur Dalsgarð vendi sær ikki til felag okkara, tá spurningurin um portørarnar kom fram.
Tað er rættiliga vist, at eingin annar fakfelagsformaður í Føroyum soleiðis hevði farið aftan fyri ryggin á øðrum fakfelag fyri at troka seg inn á sáttmálaøki, sum øll vita, at hetta fakfelag í nógv ár hevði umboðað.

Lygnirnar í Starvsblaðnum
Í nýggjastu útgávuni av blaðnum hjá Starvsmannafelagnum er drúgv viðgerð av málinum um portørarnar, men tað eru neyvan portørarnir, sum hava biðið um at sleppa á forsíðuna av blaðnum, so aftur her hava vit dømi um, at hjá Starvsmannafelagnum er einki mark fyri, hvat brúkt verður í royndunum at gera seg inn á onnur fakfeløg.
Vit kunnu tó staðfesta, at tann, sum hevur úttalað seg til blaðið, hevur lítlan og ongan kunnleika til veruligu umstøðurnar í Havnar Arbeiðsmannafelag, tí stórur partur av greinini er ótilvitaðar ella tilvitaðar lygnir. Eitt nú verður skrivað, at tú skalt hava verið limur í 10 ár fyri at vera umfataður av lívstrygging felagsins við deyða. Hetta er jú heilt burturvið. Í Havnar Arbeiðsmannafelag verður tú umfataður av tryggingini í somu løtu, tú gerst limur.

Gunnleivur Dalsgarð spælir ikki við opnum kortum
Tað, sum er rættiliga ódámligt, er, at Gunnleivur Dalsgarð ikki bert hevur stungið okkum í Havnar Arbeiðsmannafelag í bakið, men hann tykist ikki at hava dirvi til opið at viðurkenna, at hann í fleiri mánðir hevur arbeitt í tí dulda fyri at fáa lønardeildina at taka samráðingarrættin fyri økið hjá portørunum frá Havnar Arbeiðsmannafelag.
Ikki fyrr enn Gunnleivur Dalsgarð mátti ásanna, at lønardeildin ikki vildi spæla við í ódámliga leiki hansara, so skrivar hann Havnar Arbeiðsmannafelag bræv, har vit fingu »boð« um at møta á fundi, og ávísur dagur varð nevndur sum uppskot til fundardag.
Summarferiutíð var, og tí náddu vit ikki at svara skrivinum fyrr enn aftan á dagin, sum Starvsmannafelagið hevði sett sum møguligan fundardag.
Tað er vert at bíta merki í, at Gunnleivur Dalsgarð ongantíð hevur avsannað, at hann í fleiri mánaðir hevur arbeitt aftan fyri ryggin á Havnar Arbeiðsmannafelag, men hinvegin royndi hann alsamt at snara orðaskiftinum inn á spurningin um rættin at velja fakfelag.
Hetta sigur starvsmannafelagsformaðurin, samstundis sum hann neyvan kann vera ókunnugur við, at fleiri av portørunum als ikki hava kent seg hava nakran veruligan møguleika sjálvir at velja fakfelag, tí nakrir av stigtakarunum til útmeldingina úr arbeiðsmannafelagnum ikki opið hava upplýst hesum portørum um rættindi teirra.
Tá felag gerst mótpartur hjá fakfelag
Gunnleivur Dalgarð og nevndin í Starvsmannafelagnum kunnu neyvan hava umhugsað tær avleiðingar, sum framferð teirra í hesum málinum fer at hava fyri framtíðar samstarv innan føroysku fakfelagsrørsluna.
Tað er bert ein vinnari, tá fakfelag, í hesum førinum Starvsmannafelagið, ger seg til mótpart hjá øðrum fakfelag, og hesin vinnari er arbeiðsgevarasíðan.
Kundi hugsað mær at fingið at vita, hvat føroyska fakfelagsrørslan sigur til, at eitt fakfelag soleiðis trokar seg inn á sáttmálabundið øki hjá øðrum felag og harvið brýtur niður meginregluna um, at fakfeløg altíð hava virt sáttmálaøkið hvør hjá øðrum, og tað er eingin ivi um, at Starvsmannafelagið við hesum hevur víst, at restin av føroysku fakfelagsrørsluni ikki kann hava álit á hesum felag og núverandi leiðslu í felagnum, tí Starvsmannafelagið virðir ikki rættin hjá øðrum fakfeløgum at samráðast um egin sáttmálaøki.
Hetta eiga fakfeløgini í Føroyum at leggja sær í geyma.

Fjølmiðlarnir
Tað er hugstoytt, at nakrir av fjølmiðlunum hava verið rættiliga einoygdir í síni viðgerð av málinum um portørarnar, har gølukendar yvirskriftir tykjast hava størri áhuga enn ein gjøllari lýsing av málinum, m.a. leiklutinum hjá Starvsmannafelagnum og tí framferð, sum brúkt er í sambandi við royndirnar at fáa portørarnar at skifta fakfelag.
Havnar Arbeiðsmannafelag umboðar framvegis portørarnar í sáttmálasamráðingunum.
Havnar Arbeiðsmannafelag hevur framvegis samráðingarrættin fyri økið hjá portørunum í Føroyum, og vit vilja framhaldandi arbeiða fyri bøttum arbeiðs- og lønarkorum fyri teir portørar, sum eru limir í felag okkara.
Samstundis skulu vit gera púra greitt, at leiðslan í Starvsmannafelagnum skal vita, at hesin ágangur móti Havnar Arbeiðsmannafelag ikki verður gloymdur.
Tórshavn
6. oktober 2006