Bólturin fer á rull aftur

Eftir stuttan summarsteðg verður í hesi vikuni farið undir aftur fótbóltskappingina. Umfar í Formula deildini verður í annaðkvøld, og í kvøld vera fýra dystir spældir í 1. deild. Fimti dysturin - lokaluppgerðin í Suðuroy - varð avgreidd undan summarsteðginum.

Dystirnir í kvøld eru:

 

Víkingur-07 Vestur: Bárður Mortensen

NSÍ-AB: Høgni Hansen

HB-B68: Georg Rasmusen

KÍ-EB/Streymur: Alex Troleis

 

Støðan í 1. deild:

07 Vestur og VB/Sumba 37

AB 34

TB 29

Víkingur 18

HB 16

NSÍ og KÍ 13

B68 10

EB/Streymur 9

VB/Sumba og TB hava spælt 16 dystir, HB og KÍ hava spælt 14 dystir, og hini hava spælt 15 dystir