Bólturin rullar í nógvar tímar

6.umfar í bestu fótbóltsdeildini verður seinnapartin og í kvøld

Tað er heilt stutt millum avbjóðingarnar hjá bestu fótbóltsspælarunum. Seinnapartin og í kvøld skulu teir í eldin fyri fjórðu ferð síðani næstsíðsta sunnudag.

Tað verður roknað við, at væl trimmað ítróttarfólk fjórða dagin eftir dystarlok eru komin seg fult og heilt.

Øll liðini í bestu deildini uttan Víkingur og B36 spældu sunnudagin. Nú eru teir komnir seg og tí verður sagt, at likamliga eru teir, sum spældu sunnudagin, eins væl fyri at spæla í dag sum teir í Víkingi og B36, sum sunnudagin noyddust til hús, tí tað orssaka av vindi ikki gjørdist nakað í Sarpugerði.

Tað verður sagt frá fínum fótbóltslíkindum seinnapartin og í kvøld. Sólin fer at kaga undan, og tað verður turt. Hitin verður níggju stig, og vindurin ver sjey metrar um sekundið av suðri og útsynningi.

Í trimum støðum verður fyrsta bríksl klokkan 15. Seinni dysturin í Gundadali verður klokkan 18.15, og í Runavík verður fyrsta bríksl klokkan 19.00.

 

NSÍ – ÍF: Rúni Gaardbo kl. 19.00

Skála – EB/Streymur: Dagfinn Forná kl. 15.00

HB – AB: Bjarki Danielsen kl. 18.15

B36 – KÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

TB – Víkingur: Lars Müller kl. 15.00

 

Skála54018112
B3644007312
53209511
TB5221668
NSÍ5212677
HB5131656
Víkingur4112894
EB/S5104773
AB51045113
ÍF50145131