- Bóndamentanin er ikki á Tvøroyri?

? Tí uppstóðu fakfeløg og javnaðarrørsla her. Fólkið á Tvøroyri var til reiðar at taka ímóti hesum, tey høvdu ikki seyð í bakhøvdinum, men nakað annað, sigur John Mortensen, studentaskúlalærari og limur í Tvøroyrar Fornminnisfelag, sum hevur eini 15 ár á baki, men ikki smávegis er komið burturúr hesi árini. Umframt at savnað lutir, so eru 150 ára gomlu Doktarahúsini flutt og sett í stand, eftir at tey stoðu at detta niður. Húsini eru fyrstu hús á Tvøroyri, eftir Kgl. Handilin og eru søgulig á mangan hátt. Á jóansøku verður framsýning í húsunum, umframt at skipað verður fyri kapping

Orð og myndir:

Dagfinn Olsen


Gomlu Doktarahúsini á Tvøroyri hoyra til hjarnan í bygdini. Húsini standa á økinum, har Krambúðin hjá Thomsen (fyrrverandi kgl. handilin), Fiskaplássið og Gestastovan eru. Hetta er júst har, ið bygdin Tvøroyri er vaksin uttan um, og Doktarahúsini vóru fyrstu húsini á staðnum, ið ikki beinleiðis høvdu nakað við kgl. handilin at gera. Handilin kom í 1836.

So Tvøroyri er ikki gomul bygd, men skal ein tosa um gamla bygd, so er hetta partur av Froðba.


Húsini flutt

Men fyri eini 10 árum síðani stóð ikki væl til við Doktarahúsunum. Tey stóðu at falla saman, men so tók Tvøroyrar Fornminnisfelag sær um reiggj. Húsini stóðu tá heilt uppi við høvuðsvegin og høvdu tá krúpikjallara. Skipað varð so fyri, at húsini vórðu flutt eina húsabreidd longur oman og at stórur kjallari nú er undir, ið kann nýtast til goymslu og framsýning.

Eini 100 limir eru í Fornminnisfelagnum og tá vit vitjaðu innar í Doktarahúsini sunnudagin, vóru Einar Larsen, John Mortensen og Jonny Dimon við at hanga myndir upp og gera húsini klár til jóansøkuna, tá framsýning verður.

Tá húsini skuldu flytast, høvdu menn roknað seg fram til, at húsini vigaðu eini 27 tons. Tveir kranar frá Skipasmiðjuni í Havn lyftu húsini. Teir høvdu mátarar á, og húsini vigaðu nærum 40 tons, greiðir John Mrtensen frá.

John Mortensen greiðir fegin frá. Nógv bygdasøga er knýtt at húsunum. Umframt at verða millum fyrstu hús á staðnum, so eru tey sera væl lýst, tí staturin hevur átt húsini. Eftir at húsini ikki longur vóru doktarahús, so hava tey verið nýtt til ymiskt, millum annað politistøð, havnarskrivstovu, skúla, posthús og kommunukontór. Millum teirra, sum hava búð í húsunum, telist Petur Mohr Dam.

John Mortensen greiðir skemtiliga frá tremmunum, frá tí tíðini, tá húsini vóru politistøð. Tremmurnar eru sera tjúkkar og í dupultum rað, so ein fær eina mynd av, at sera vandamiklir brotsmenn hava hildið til á Tvøroyri, síðani so nógv skuldi til fyri at halda teimum inni.

Eitt tremmuvindeygað er goymt í kjallaranum.


Savn

John Mortensen sigur, at fólk eru ófør at siga frá, um tey eiga ymiskar gamlar lutir heima. Ætlanin er at fáa eitt savn á beinini, men talan skal ikki vera um líggjar og hakar, men um tað, sum hevur fyrifarist á Tvøroyri.

Læknin, sum kom umleið 1850, kallaðist Nolsøe. Møguliga stavar øll Nosløe familjan haðani. Hann var bæði byggiharri og byggi meistari, tá húsini vórðu bygd.

Á einum loftskamari er leirur undir gólvinum.

- Hetta er ljóðbjálving, tí læknin skuldi hava frið at sova, greiðir John Mortensen frá, og hann greiðir eisini frá um baðirúmið, har ein ovnur hevur staðið inni, men ovnurin hevur verið nakað høgur, so hol er gjørt í loftið og sæst enn.

Í kjallaranum eru í dag ymsir lutir á goymslu og bjálkarnir, ið halda húsunum, eru arvaðir úr gomlu krambúðini hjá Mortensen, ið varð tikin niður.

Eiga húsini

Tvøroyrar Fornminnisfelag og ein deild av felagnum, ið nevnist Tvøroyrar bygda- og sjósavn, eiga í dag húsini. Kommunan átti húsini, og hevur latið tey til felagið fyri sámuligan penga. Landið letur eisini stuðul til slík søvn. John Mortensen sigur, at tað er dýrt at fáast við hetta, men Kommunan hevur verið sera vinarlig og játtað pening til virksemið og verið dyggur stuðul.

Spurdur um, hví fólk sjálvboðin fáast við slíkt arbeiðið, sigur John Mortensen, at tey ivaleyst hava hildið, at bygdinini vantaði nakað av søguligum medviti og vitan um, hvaðani vit koma.

- Hetta kann ein so royna at skapa, við at vísa fólki, hvussu staðurin fyrr sá út. Eisini halda vit, at tað er neyðugt, at ein veit hvaðani ein kemur. Hví júst vit fáast við hetta, tað er ilt at siga, men sjálvsagt hava vit áhuga fyri hesum, sigur John Mortensen.

- Hvi Júst hesi húsini? Sera nógv søga er knýtt at húsunum og tey hava verið nýtt til nógv endamál. Men ongantíð til fisk, sum alt jú í grundini snýr seg um. Men húsini eru gomul, nógv hevur verið her og so var eisini møguleiki at fáa tey, sigur John Mortensen.


Nakað av søguni

John veit nógv um søguna á staðnum. Hann greiðir frá um ymsu húsini á økinum kring húsini, sum nú er friðað øki. Millum annað standa nakað omanfyri Doktarahúsini, húsini hjá faktor, handilsuppsitaranum, og niðanfyri er lítið hús, ið minnir um eitt neyst. Hetta er Gestastovan, har fiskimenn svóvu, um teir ikki sluppu heim. John sigur skemtandi, at hetta so er elsta hotel í Suðuroynni.

Tað kenda staðið Valurin vita ikki øll hvar ið er. Millum eina á nærhendis doktarahúsunum og eitt gil nær Sjúkrhúsbrekkuni, hevði læknin eina trøð. Valurin er páløgd hending, ikki eitt bygdarnavn, og Valurin er lagdur á trøðna hjá doktaranum.

- Eingir upprunaligir tvøramenn eru til, tí eingin búði her. Men fólk kom allastaðir frá at arbeiða, og so ognartók man jørðina hjá læknanum til bústaðir, tí hesi fólk máttu búleikast onkustaðni og soleiðis uppstóð Valurin, sigur John Mortensen, og leggur afturat, at tá ein gomul mynd av Valinum varð nærri greinað, so vóru øll fólkini í húsunum úr Funningi, Svínoy, Sørvági og so framvegis.

- Bóndamentanin er ikki á Tvøroyri, og eisini tí uppstóðu fakfeløg og javnaðarrørsla her, tí tey vóru til reiðar at taka ímóti hesum, tey høvdu ikki seyð í bakhøvdinum, men nakað annað, sigur John Mortensen, og leggur afturat fyri at lýsa tíðina tá, at á Tvøroyri var í gomlum døgum skómakari, ið ikki bara lappaði, men gjørdi, framleiddi skógvar og so var eisini hattabúð.


Myndir, lutir og kapping

Uttan um Doktarahúsini er ætlanin at steinseta og so er ætlanin at húsini skulu hava flagtak.

Eisini vóru í síni tíð úthús, og kanska verða tey aftur at síggja einaferð í framtíðini.

Á jóansøku verða gamlar myndir og ymsir lutir sýndir fram í húsunum. Eisini er ætlanin at hava eina kapping, har fólk kunnu gita, hvat ymsir gamlir lutir hava verið nýttir til. Húsini eru opin jóansøku dagarnar og fólkini, sum stákast við at fyrireika framsýningina vóna at síggja nógv fólk á jóansøku.