Bøndur og óðalsfólk fara at fundast um ferðavinnu

(FM1) Bæði avbjóðingarnar og møguleikarnar eru í ferðavinnuni, heldur Sigert Patursson, formaður í bóndafelagnum

Bóndafelagið og óðalsfelagið hava felagsfund í Búnaðarstovuni leygardagin við endamálinum at finna eitt felags stev, tá tað kemur til avbjóðingarnar og møguleikarnar í vaksandi ferðavinnuni. 

 

Sigert Patursson, formaður í bóndafelagnum, sigur í tíðindunum á FM1, at summa staðni í Føroyum eru ferðafólkini í stóran mun til ampa fyri arbeiðið hjá bóndunum.

 

Hann ynskir ferðavinnuna undir skipað viðurskifti, so mann kann fyriskipa, hvar og nær fólk ganga høgunum og samstundis hava møguleika at tjena pengar uppá tað.

 

- Uppá tann mátan vera minst møguligir ampar av tí, og so kann tann, sum veitir tænastuna fáa nakað burturúr, sigur Sigert Patursson.

 

Mann kann fáa inntøku burturúr ferðavinnuni við eitt nú gjaldi til tann, ið varar av jørðini.

 

- Landbúnaðurin er ein stórur aktørur í ferðavinnuni, og tað ætla vit eisini, at tað kann blíva hjá teimum bóndum og óðalsmonnum, sum hava áhuga í at lata atgongd til jørðina. Teir kunnu uppá tann mátan fáa eitt eyka bein at standa á, sigur Sigert Patursson við FM1.

 

Hoyr innslagið, sum varð sent í tíðindunum á FM1 seinnapartin, á pílinum undir myndini omanfyri.