ÍBÚÐARMÁL
Tórshavnar býráð góðtók mikukvøldið ætlanina um Berjabrekku 3, sum er ætlanin um at byggja leiguíbúðir.
Jan Christiansen, borgarstjóri sigur, at hetta ber í sær, at nevndin, sum hevur gjørt eitt byggiprogramm, nú skal arbeiða víðari við málinum.
? Enn hava vit ikki bundið okkum til nakað, men næsta stigið verður, at nøkur útvald byggifeløg verða boðin til tað, tey rópa eina »umvenda lisitatión«. Tað merkir, at feløgini fáa at vita fíggjarkarmin og ynskini. Vit seta av 66 milliónir krónur og siga t. d., at vit vilja hava 66 íbúðir fyri hetta. Uppgávan hjá byggifeløgunum verður tá at koma við einum byggiprojektið, sum síðani verður grundarlagið fyri víðari samráðingum við okkurt av byggifeløgunum, sigur borgarstjórin í Havn.
Hesin hátturin við útbjóðingum er vanligur aðrastaðni og hevur ført til góð úrslit, sigur Jan Christiansen.
Tað eru Tórshavnar kommuna, Íbúðargrunnurin og Húsalánsgrunnurin, sum eru saman um verkætlanina við leiguíbúðunum á Berjabrekku.
Væntandi verða tilboðsprojektini klár í august, og verður tá støða tikin til, um býráðið verður við í verkætlanin, sigur Jan Christiansen.