Í dag kunnu hoyvíkingar fegnast óført, tí fyrsti spakin verður settur í jørðina, og arbeiðið at gera nýggja venjingarhøll í Hoyvík kann nú byrja av álvara.
Tað er tó løgið, at Tórshavnar býráð í tveimum førum ikki velur at taka av lægsta tilboðnum, sum KJ Smíð átti. Úrslitið er, at skattgjaldarin má svíða, tí arbeiðið gerst óneyðuga kostnaðarmikið.
Hetta er fallið KJ Smíð fyri bróstið, og nú verður býráðið stevnt fyri rættin eftir endurgjaldi.
Hóast KJ Smíð hevði lægsta tilboðið uppá jørð, kloakk og betong arbeiðið varð hetta arbeiðið latið Byggitek, sum hevði eitt tilboð, ið var 200.000 krónur dýrari.
Harafturat hevði KJ Smíð eitt samlað tilboð uppá at byggja alla høllina fyri 9,8 milliónir, men býráðið velur heldur at gera hana fyri 11,78 milliónir. Skattgjaldarin má lata 2 milliónir meira enn neyðugt fyri eina venjingarhøll í Hoyvík.
Býráðið hevur biðið um tilboð til seks ymisk arbeiði og eitt samlað tilboð fyri alla høllina.
KJ Smíð hevur eitt samlað tilboð uppá 9.806.491,45 krónur. Við at taka tilboðið hjá Byggitek uppá jørð, kloakk og betong framum kemur prísurin uppá 10.075.563,67 krónur. Harafturat skal Veri-Con hava 17% av hesum prísinum. Sostatt verður samlaði prísurin 11.788.409,49 krónur.
Munurin er slakar tvær milliónir krónur.
Fíggjarnevndin ikki kunnað
Eftir tilmæli frá byggi- og býarskipanarnevndini, har Heðin Mortensen er formaður, hevur fíggjarnevnd býráðsins samtykt uppskotið frá teimum um at taka av tilboðnum, sum er dýrari.
- Vit hava einki fingið at vita um nakað alternativt tilboð, sum er lægri enn tað, við hava góðtikið. Vit áttu at verið kunnaðir um hetta, áðrenn nakað varð samtykt, sigur Ronald Poulsen, limur í fíggjarnevndini.
Grundgevingin hjá býráðnum fyri ikki at lata KJ Smíð arbeiðið er, at teir ikki eru limir í Føroya Handverksmeistarafelag, men hetta er tó ikki so.
Tað stendur tó ongastaðni í útbjóðingartilfarinum, at tilboðsgevarin skal vera limur í Føroya Handverksmeistarafelag.
Tveir mans standa fyri KJ Smíð. Teir eru Kristen Johansen og Jóni Durhuus. Hesin seinni eru limur í meistarafelagnum, meðan Kristen ikki er.
- Eg dugi ikki at síggja, hví báðir skulu vera limir í meistarafelagnum. Um vit báðir vóru limir, kundu vit ikki arbeitt á sama stað, sigur Kristen Johansen.
Grundgevingin hjá býráðnum er sostatt ikki røtt, tá teir siga, at KJ Smíð ikki er limur í meistarafelagnum.
Kristen Johansen fekk heldur ikki at vita, at neyðugt varð at vera limur í meistarafelagnum fyri at fáa arbeiðið. Varð hann kunnaður um tað, hevði hann sjálvsagt teknað seg sum lim beinanvegin.
Fyritøkan, sum skuldi gera vatn, hita og ventilatión, var ikki limur, men fekk boð um at fáa hesi viðurskifti í rættlag.
- Býráðið hevur ongantíð vent sær til mín fyri at kanna viðurskiftini í fyritøkuni hjá okkum. Teir hava bara vent sær til Føroya Handverksmeistarfelag og Skráseting Føroya fyri at kanna málið, sigur Kristen.
KJ Smíð hevur sostatt ongantíð havt møguleika at greiða frá sínum viðurskiftum. Hetta hevur býráðið skyldu til at syrgja fyri.
Býráðið stevnt
KJ Smíð hevur nú vent sær til sakførara fyri at fáa greiði á viðurskiftunum.
Í telefaksi til Leiv Hansen og Heðin Mortensen, sum er sent teimum 24. november, staðfestir sakførarin hjá KJ Smíð, at hansara klientur hevði lægsta tilboðið, sum er 4.732.447 krónur. Tilboðið hjá Byggitek er 4.948.202 krónur.
Í faksinum stendur, at »talan hevur verið um almenna lisitatión, og býráðið hevur tí skyldu at taka av lægsta tilboðnum«.
Í faksinum verður eisini ávarað um, at tekur býráðið av næstlægsta tilboðnum, so verður tað stevnt. Býráðið varð sostatt kunnað um hetta, áðrenn nakar sáttmáli varð gjørdur.
Sakførarin skrivar eisini, at hann roknar við, »at talan er um eitt mistak, og at hann væntar at frætta aftur beinanvegin«.
1. desember fær KJ Smíð stutt bræv frá Veri-Con, sum er ráðgevandi verkfrøðingurin í projektinum. Í brævinum verður boðað frá, at arbeiðið er latið øðrum arbeiðstaka.
Sakførarin metir, at »undir slíkum umstøðum er eftir míni metan rættuliga greitt, at býráðið hevur brotið reglurnar bæði í lisitatiónslógini og fyrisitingarlógini«.
Vóru klárir
Kristen Johansen vísir á, at teir vóru førir fyri at gera arbeiðið uppá alla høllina til lítar.
? Vit hava bílagt pláss niðri í Danmark at gera stálkonstruktiónirnar og betongelementini, og hava gjørt tað neyðuga fyrireikingararbeiðið, sigur Kristen, sum finst hvassliga at býráðnum fyri handfaringina av hesum málinum.
- Einasta orsøkin til, at vit ikki hava fingið arbeiðið, er, at Byggitek og Veri-Con skulu hava sín bita at køkuni. Skattgjaldarin má gjalda í seinasta enda.
Kristen Johansen leggur eisini formannin í Føroya Handverksmeistarafelag, Tummas Sørensen, undir at hava verið handan leiktjaldið og fingið avtalur uppá pláss, og hann hevur eftir øllum at døma tosa við Veri-Con og fingið teir at vraka KJ Smíð. Tummas Sørensen er eisini eigari av Byggitek, sum fær arbeiðið ístaðinfyri KJ Smíð.
Sosialurin hevur roynt at fingið fatur á fleiri persónum, sum hava við hetta málið at gera, men tað hevur ikki eydnast okkum at fingið nakra viðmerking frá teimum.