Tað er nú greitt, at býráðið flytir ikki í Sjóvinnuhúsið á Vestarubryggju.
Einaferð hevði býráðið ætlanir um at flyta umsitingina hjá býráðnum í Sjóvinnuhúsið á Vestarubryggju, og samstundis skuldi ein glæsiligur býráðssalur gerast í saltsiluni.
Men fyri at kunna gera býráðssal í siluni, var neyðugt at stoypa dekk í hana. Men á býráðsfundi í gjárkvøldið varð samtykt at sleppa ætlanini um at stoypa dekk í saltsiluna. Og samstundis varð ætlanin slept um at flyta býráðið í húsið.
- Býráðið hoyrir heima í miðbýnum í Havn og eigur ikki at verða flutt, helt Jákup Dam, býráðslimur fyri Tjóðveldi.
Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini hjá býráðnum, sigur, at nú verður vent aftur til uprunaliga endamálið við Sjóvinnuhúsinum, nevniliga at leiga tað út til vinnulig endamál.
Hann sigur, at tað er stórur áhugi fyri húsinum, sum er heilar 7.200 fermetrar á fimm hæddum.
Ein hædd er útleigað, men fleiri hava verið og hugt eftir húsinum, og sambært Sjúrði Olsen, eru tey heilt óvfarin av, hvussu góð hølini eru.
Nú verður so arbeitt við at leiga restina av húsinum út, men talan er ikki bara um vinniligt virksemi, tí formaðurin í Vinnunevndini sigur, at eisini almennir stovnar hava verið og hugt eftir bygninginum.
- Tað er stórur áhugi fyri bygninginum, og vit hava fingið ein hóp av fyrispurningum, sigur Sjúrður Olsen, sum kortini sigur, at enn er onki avgjørt.
Øll í býráðnum atkvøddu fyri at sleppa ætlanini um at stoypa dekk í siluna, uttan tey bæði javnaðarfólkini, Helena Dam á Neystabø og Tróndur Sigurðsson.