Býráðið í Sunda kommunu samtykti gjárkvøldið, at nú skal stroymast frá teimum annars opnu býráðsfundunum.
Tað merkir, at borgararnir fara at kunna sita heima og fylgja við fundunum á internetinum.
- Tað er fyri at fáa størri opinleika, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri.
Ikki eru tað nógv fólk, sum møta upp til almennu fundirnar, men altíð nøkur. Men frágreiðingarnar á heimasíðuni frá fundum verða altíð nógv lisnar, sigur borgarstjórin.