Býráðshúsið vunnið altjóða virðisløn

Dómsnevndin metir talan er um ein serstakan bygning

 

Býráðshúsið í Eysturkommunu vann í vikuni 1. heiðursløn til Global Architecture & Design Awards 2018. Tað skrivar Eysturkommuna á heimasíðu síni.


Á heimasíðuni hjá kappingini ber til at lesa, at Henning Larsen Architects vann heiðurslønina í bólkinum Almennir Bygningar fyri ráðhúsið í Eysturkommunu. Tað er Osbjørn Jacobsen Arkitektar, ið eru partur av Henning Larsen Architects, ið hevur teknað býráðshúsið.


748 verkætlanir úr 50 ymsum londum vóru í uppskoti til heiðurslønir á ársins GADA, ið handar virðislønir innan arkitektur, landslag, stórbýar snið, vørusnið og innandura snið.


Sambært Eysturkommunu, so nevndin dómsnevndin í grundgevingini, at talan er um ein heilt serstakan bygning.