Høllin hevur alstóran týdning, serliga fyri hondbóltin, flogbóltin og fimleikin. Øll vit hava brúk fyri Høllini á Hálsi, hon hýsir skúlunum í dagtímunum, samkomunum ávis vikuskiftir, ja sjálvt vinnulívið leitar sær niðan í Høllina, ja hvør hevur ikki brúk fyri Høllini á Hálsi. Høllin hevur verið karmur um slóðbrótandi ítróttartiltøk, menturtiltøk, ella rættari sagt, hvat var Havnin uttan Høllina á Hálsi, hvat hevur hon ikki givið okkum?
Vit hava fingið frá býráðnum fleiri ferðir, at umfatandi umvælingar skuldi fara fram, so Høllin bleiv nútímansgjørd, eitt nú við einum venjingarbana eystanfyri. Hetta hevði givið møguleika fyri at tvey lið kunnu venja í senn. Hetta hevði bøtt munandi um tann ovurhonds stóra tørv sum hondbóltsfeløgini í havn hava. Hondbólturin og høllin á Hálsi eru afturúrsilgd og hava ringt við at vinna somu sømdir sum hini ítróttarfeløgini.
Høllin á “Hálsi” hevur enn einaferð tapt slagið um havnina, býráðið hevur svikið Høllina á Hálsi.
Hondbólturin hevur enn einaferð fingið eitt skot fyri bógvin. Tað er hugstoytt at síggja høllina fara sum hon ferð. Høllin hevur verið karmur um mangar spennandi hondbóltsdystir, landsdystir og ikki minst Europacupdyirnar sum fluttu okkum lang á leið, hvat hondbóltinum viðvíkur. Høllin hevur uppiborið at verða dagførd og nútímansgjørd.
Hetta verður eisini loyst tá vit aftur taka við leiðsluni í býráðnum.