Sjálvstýrisflokkurin stillar upp til býráðsvalið í Tórshavn. Valfelagið hjá Sjálvstýrisflokkinum hevur í samráð við landsnevnd og onnur lokalfeløg orðað valskrá.
Hetta verður gjørt fyri at tryggja at fólk fáa sama politikk uttan mun til, hvør verður valdur, og fyri at fyrireika og útbúgva valevnini til miðvíst býráðsarbeiði.
Sjálvstýrisflokkurin á Streymoynni stillar upp fýra valevni til býráðsvalið í Tórshavn 2008.
Tey fýra eru øll væl skikkaði og spennandi valevni.
Sigrún Mohr var við at stovna og stjórna Alsheimerfelagnum.
Michael Feldballe er útlendingur útbúgvin og fallin væl til í Føroyum.
Heðin D. Poulsen stjórnar ættleiðingarfelagnum og er virkin løgfrøðingur.
Anna Lousia Joensen verjir føroyska rossið og umhvørvið í Havn.
Valskráin í Tórshavn er í fimm punktum.
Útbúgving
Umhvørvi
Umsorgan
Umskipan
Vinna
Triðja útgreiningin er av umsorgan:
Umsorgan
Kommunal ellisheim skulu byggjast
Privatar eldraíbúðir skulu skipast
Ansingartrygd frá vøggu í grøv
Skúlaheim til lesandi
Fjølbroytt frítíðartilboð
Samskipað kunning, vegleiðing og tilboð til útlendingar og útisetar
Tórshavnar kommuna skal tryggja øllum borgarum umstøður at búgva, virka og trívast. Kommunan skal streingja á at fáa greitt ábyrgdarbýti og í tí høpi staðfesta ansingartrygd – og hvør veitir hana.
Enn standa hundraðtals eldri havnarborgarar á bíðilista at sleppa á ellisheim. Alt ov fáar nýggjar eindir verða bygdar. Tað er óvirðiligt, at røktarkrevjandi eldri ikki kunnu fáa pláss á ellis- og røktarheimum, men eru noydd at verða ansað við hús.
Kommunan skal byggja nóg nógv ellisheim, sambýli og umlættingarstøð svarandi til tørvin í kommununi. Eisini skulu í býarskipanini økir setast av til privatar eldraíbúðir, so fólk kunnu selja stór hús og velja at flyta í egnaðar íbúðir, ið tey eiga ella leiga.
Smábørn, eldri fólk og fólk við serligum tørvi eiga líka sjálvsagt sum skúlabørn at hava trygd fyri, at pláss er á dagstovni, ellisheimi, røktarstovni, umlætting og tílíkum. Hetta skal skipast sum ansingartrygd.
Skal Havnin gerast universitetsbýur, skulu kollegiir vera til taks hjá øllum lesandi. Hesi skulu skipast sum partur av campus-umhvørvi nærhendis skúladeplum í býnum, saman við tilboðum innan mentan, ítrótt, trivnað og frítíð.
Havnarborgarar skulu sleppa framat sera fjølbroyttum tilboðum innan frítíð og ítrótt, eftirútbúgving og menning, so sum kvøldskúla, list, sjónleik, tónleik, traðir, bátapláss, gonguleiðir, fríøki, rossaleiðir, kaffistovur, eftirútbúgving, miðbýarumhvørvi og byggilist.
Kanningar skulu gerast hvussu kommunan kann luttaka við at byggja samskipað baðiland og endurvenjingarmiðstøð.
Kommunan skal fara undir átøk at bjóða útisetum og útlendingum vælkomnum heim. Allir tilflytarar skulu fáa miðvísa vegleiðing á viðkomandi tungumáli og tilboð, so tey gerast virkin og vælkomin í býnum.