Vit vita, at íløgurnar seinastu árini hava verið stórar, so fyrstu árini verður ikki rúm fyri teim stóru íløgunum. Komandi býráð eigur at leggja eina raðfesta íløguætlan fyri komandi árini. Fleiri eru ynskini um íløgur. Ein íløga, sum ikki verður so nógv tosað um, men sum eg meti sum eina sera neyðuga íløgu er vatngoymsla og reinsiverk.
Ein kommuna hevur skyldu at bjóða borgararunum og vinnulívinum gott, reinsað vatn, og her er kommunan ikki komin á mál enn.
Eitt eru íløgur og annað er rakstur. Ansast eigur sera væl eftir, at rakstrarútreiðslurnar hjá kommununi ikki økjast meiri enn hægst neyðugt, tí rakstrarútreiðslurnar eru afturvendandi ár eftir ár. Søgan hevur eisini lært okkum, at rættiliga tungt og trupult er at fara í holt við at skarva av rakstrarútreiðslunum, um neyðugt verður at spara.
Umhvørvi eigur altíð at raðfestast høgt. Kommunan eigur at ganga undan, tá ið um góðan umhvørvispolitikk ræður. Atlit eiga altíð at verða tikin til umhvørvi, tá ið okkurt verður gjørt í náttúruni og farast má altíð fram eftir umhvørvisligum meginreglum. Kommunan eigur eisini at ganga undan, tá ið um alternativa orku ræður.
Vit eiga javnan at hava umhvørvistiltøk og alneyðugt er at hava unga ættarliðið virkið í nevndu tiltøkum, tí tað ungur nemur, hann gamal fremur.
Hví ikki eggja einstaklingum, feløgum, grannaløgum ella øðrum at fara í holt við umhvørvistiltøk? Her kundi kommunan stuðla við ávísari upphædd til góð og áhugaverd umhvørvistiltøk.
Grein nummar 2
Myndin
(Magnus Rasmussen)
Valevni á lista A til Runavíkar býráð
Býráðsvalið í Runavíkar kommunu
Skúlaøkið
Sjálvur havi eg arbeitt í Runavíkar kommunuskúla í mong ár og havi tí fylgt við á økinum.
Allir skúlarnir í kommununi eru rímuliga væl fyri. Í nógv ár hevur verið tosað um út- og umbyggingar av Runavíkar skúla. Nógv uppskot hava sæð dagsins ljós, men endaliga avgerðina um at byggja nýtt í Runavík tók sitandi býráð. Vit fáa um stutta tíð ein nýmótans skúla við øllum hentleikum, samstundis, sum hann eisini vil verða ein mentanardepil.
Eitt komandi býráð kemur at leggja síðstu hond á hesa stóru verkætlan og spennandi verður at fáa alt at virka væl. Hvussu fæst bókasavnið, og hvussu fáast aulan og kantinan at virka so væl sum møguligt, til gleði og gagn fyri allar borgarar í kommununi.Tað verða spurningar, sum komandi býráð kemur at verða við til at avgera.
Útjaðarin
Eitt sum komandi býráð eigur at leggja orku í, er at fáa útjaðaran í kommununi at føla seg sum part av heildini. Her haldi eg, at gongda leiðin er við raðfestingum, føstum mannagongdum og kunning. Nývalda býráðið eigur beinanvegin at finna fram til, hvørji grundleggjandi viðurskifti møguliga ikki eru í lagi í útjaðaranum. Her hugsi eg um vatn, kloakk, gøtuljós o.s.fr. Síðani eigur býráðið at raðfesta og seta eina tíðarætlan, nær hetta ymiska ætlandi verður gjørt. Síðani er alneyðugt, at borgararnir á staðnum fáa kunning um hetta, so óneyðugar misskiljingar ikki stinga seg upp.
Eitt annað sum ger seg galdandi er, at flest allar tær almennu tænasturnar í kommununi liggja náttúrliga í Saltangará og Runavík. Eg kann nevna TAKS, Almannastovuna, Apotekið og Politistøðina, bara fyri at nevna onkrar.
Eitt komandi býráð átti at umrøtt spurningin, um ikki møguleiki var at skipa fyri busssambandi millum meginøki og útjaðaran í kommununi.
Kunning til borgararnar
Dentur eigur at leggjast á at kunna borgararnar í kommununi so væl sum gjørligt um, hvat hendir í kommununi. Kommunan hevur sína heimasíðu, har vit kunnu fáa ymiskt at vita, men eg haldi tó, at kommunan skuldi tikið enn eitt stig á kunningarøkinum.
Her vildi eg skotið upp, at um nýggjársleitið skuldi hvørt húski í kommununi fingið ársrokniskapin fyri farna árið, saman við einum kunningarskrivi. Í kunningarskrivinum skuldi staðið, hvat ið høvuðsheitum arbeitt hevur verið við, og eisini, hvat liggur fyri framman í tí nýggja árinum.