Flogbóltur
Tað hevur gingið væl hjá føroyska landsliðsleikaranum Bárður B. Mikkelsen, sum spælir hevari hjá Holte IF í bestu donsku deildini. Og tað gongur eisini væl hjá sjálvum liðnum, sum um vikuskiftið spældi hálvfinalu í donsku steypakappingini móti Middelfart VK. Holte, sum hevði heimavøll, vann trygt 3-0 (25-16, 25-14, 25-19).
Bárður var ikki við, tí hann hevur eisini spælt í steypakappingini við gamla felagnum hjá sær, Marienlyst Volley. Reglurnar siga, at ein leikari ikki kann spæla við tveimum ymiskum liðum í somu steypakapping. Danska steypafinalan millum Holte og HIK Aalborg (vunnu 3-0 móti DHG Odense) verður leikt 18. desember í Århus, men tá kann Bárður sum vera man heldur ikki vera við sum annað enn áskoðari.
Finalan verður annars millum tey bæði liðini, sum í løtuni eru fremst í Danmark. HIK Aalborg er nummar eitt, og Holte er nummar tvey.
Spæliloyvi fyri 12.000 krónur
Holte er eisini við í Europa Cup kappingini CEV Cup, men heldur ikki her sleppur Bárður upp í part. Tað er nevniliga soleiðis, at hann sum føroyingur ikki hevur spæliloyvi at leika fyri eitt danskt felag í Europa Cup samanhangi. Bárður hevur spælt landsdystir fyri Føroyar og er tí í flogbóltshøpi at rokna sum føroyingur.
Um Holte skal hava hann við, noyðist felagið at rinda 12.000 krónur um árið fyri eitt spæliloyvi. Ein órímiliga stór upphædd, og rættiliga óheppið hjá Bárði og Holte. Sum eitt plástur á sárið bjóðar Holte ivaleyst Bárði við sum áskoðari til kappingina, sum er í bosniska høvuðsstaðnum Sarajevo.
Tað verður vikuskiftið 7.-9. desember, og talan er um 2. umfar í kappingini.
Í fyrsta umfari vann Holte lættliga báðar dystirnar móti Azerroil Baku úr Aserbadjan 3-0. Hetta næsta umfarið er skipað sum eitt ólkaumfar við fýra liðum, sum øll spæla ímóti øllum. Umframt Holte eru liðini Sarajevo úr Bosnia, Eregli úr Turkalandi og CSKA Sofia úr Bulgaria.
Næsti dysturin hjá Holte verður annars nú sunnudagin í donsku landskappingini móti DHG Odense, og tá sleppur Bárður so at vera við. Holte hevur longu tryggjað sær pláss í endaspælinum, sjálvt um tveir dystir eru eftir at spæla áðrenn jól.