Bárður S. Nielsen og Magni Laksáfoss eru í morgun afturvaldir sum ávikavist formaður og næstformaður í Sambandsflokkinum fyri komandi ár.
Sambandsflokkurin hevur landsfund í Vágum í dag og á skrá var millum annað at velja formann og næstformann í Landsfelag Sambandsfloksins. Eingi mótvalevni stillaðu upp ímóti Bárði S. Nielsen og Magna Laksáfoss og tískil vórðu teir afturvaldir uttan atkvøðugreiðslu.
Bæði Bárður S. Nielsen og Magni Laksáfoss blivu valdir í leiðslu floksins eftir seinasta løgtingsval í 2015.