Bárður B. Mikkelsen og Marienlyst vunnu mikukvøldið 3-1 á útivølli í fyrstu DM-finaluni í flogbóltuni. Við hesum hevur Marienlyst skapt sær eitt framúr útgangsstøði í finaludystinum. Spælt verður best av trimum, og komandi mikudag - og í eini møguligari triðju finalu - hevur Marienlyst heimavøll ímóti Aalborg HIK. Dysturin í gjár endaði við 3-1 sigri til Marienlyst, sum undan hesum hevur vunnið bæði donsku steypakappingina og norðurlendsku meistarakappingina. Einki danskt manslið hevur undan hesum vunnið donsku greipuna og norðurlendskt gull í sama kappingarári.