Bárður Nielsen fær næst størstu undirtøkuna

Men fleiri vilja hava undanfarna løgmann aftur í sætið

Eftir næsta val skal Aksel V. Johannesen verða løgmaður í Føroyum.

Tað er úrslitið í veljarakanningini, sum spyr.fo gjørdi hósdagin.

Sambært kanningini høvdu 36,9 prosent av veljarunum ynskt, at Aksel V. Johannesen var løgmaður eftir næsta val.

Bárður Nielsen, løgmaður, fær undirtøku frá 27,8 prosentum av veljarunum, meðan hin samgonguleiðarin, Jørgen Niclasen fær undirtøku frá 13,4 prosentum av veljarunum.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, fær undirtøku frá 11,9 prosentum at gerast løgmaður eftir næsta val.

Les eisini: Samgongan hevði mist meirilutan

Q3: Hvør hevði tú ynskt var løgmaður/løgkvinna eftir næsta val?

 

 

Allir veljarir

Aksel V. Johannesen (C)

36,9%

Bárður á Steig Nielsen (B)

27,8%

Jørgen Niclasen (A)

13,4%

Høgni Hoydal (E)

11,9%

Ruth Vang (F)

 

4,6%

Jógvan Skorheim (D)

2,8%

Jenis av Rana (H)

2,5%

 

 

 

Veit ikki

 

15,0%

 

 

 

Óvissa: Fyri bólkin allir veljarir er óvissan upp til 4,2%. Fyri undirbólkar er óvissan størri. Har tveir bólkar eru, er óvissan upp til 6.2%. Fyri flokkar er óvissan heilt upp til uml. 9%.

Veljarakanningin hjá spyr.fo varð gjørd hósdagin og kunngjørd á in.fo leygardagin. Kanningin vísir, at Sambandsflokkurin hevði havt stóra afturgongd og mist ein tingsess og fingið 6 tingfólk. Fólkaflokkurin hevði fingið lítla framgongd og varðveitt 8 tingsessir. Javnaðarflokkurin hevði havt størstu framgongdina og fingið tveir tingsessir aftur og fingið 9. Sjálvstýrisflokkurin hevði mist sæti á ting. Hinir flokkarnir høvdu fingið sama tingfólkatal.

Veljarakanning 13. august 2020:

 

Í dag

LV 2019

Broyting

tingsessir

LV 2019

Broyting

 

A: Fólkaflokkin

25,0%

24,5%

0,4%

8

8

0

 

B: Sambandsflokkin

17,9%

20,3%

-2,4%

6

7

-1

 

C: Javnaðarflokkin

25,8%

22,2%

3,6%

9

7

2

 

D: Sjálvstýri

2,3%

3,4%

-1,2%

0

1

-1

 

E: Tjóðveldi

17,6%

18,1%

-0,5%

6

6

0

 

F: Framsókn

6,6%

4,6%

2,0%

2

2

0

 

H: Miðflokkin

4,9%

5,4%

-0,5%

2

2

0

 

K: Framtakið

 

0,9%

-0,9%

0

0

0

 

L: Føroyaflokkurin

 

0,5%

-0,5%

0

0

0

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Hevði atkvøtt blankt

1,4%

 

 

 

 

 

 

Hevði ikki farið á val

1,4%

 

 

 

 

 

Veit ikki

7,8%

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Samgongan

47,7%

 

-2,5%

16

 

-1

Andstøðan á tingi

52,2%

 

3,9%

17

 

1

Onnur

0,0%

 

-1,4%