Bárður Reinert Poulsen á Hvonn i kvøld

Í kvøld situr Bárður Reinert Poulsen aftan fyri mikrofonina á Hvonn og kitlar oyru tykkara við jasstónleiki. Bárður er fyrst og fremmst ein úrmælingur á bassinum

 

Bæði sum pop- og rocktónleikari hevur Bárður víst síni evni m. a. í bólkinum Proclaim men Bárður er eisini ein frammúr jasstónleikari. Hann er fyrsti bassistur í Tórshavnar Stór Band (Torshavns Jazz Orchestra). Hann hevur so seint sum í vár tikið prógv frá miðnámsútbúgving Tórshavnar Musikkskúlans.