1. partur
-----
Eg var i síni tíð so heppin at kenna Dánjal, sum var sera fyrikomandi og fryntligur at koma á tal við. Hann dugdi eisini sera væl at greiða frá.
Dánjal J. Bærentsen var føddur 8. oktober 1916. Pápi hansara var Hans Bærentsen av Sundi. Mamma Hans var bóndadóttir úr Kvívík. Tí varð pápin sendur norður til Kvívíkar longu 2 ára gamal, har hann skuldi búgva hjá abbanum við tí endamáli, at hann skuldi yvirtaka garðin. Tað kann sigast at hava verið sera framskygt!
Men longu tá ið Hans var 7 ára gamal, doyði abbin, og Hans fekk meira ella minni ábyrgdina av garðinum, áðrenn hann gjørdist tilkomin. Hansara barndómur gjørdist tískil heilt øðrvísi enn hjá børnum annars. Dánjal fortaldi, at pápi hansara 12 ára gamal bað onkran stinga eina kúgv fyri seg. Viðkomandi svaraði aftur, at tað mátti hann kunna klára sjálvur – og tað gjørdi hann eisini!
Pápin gekk í skúla ein mánað
Skúlagongdin gjørdist tí eisini sum best bar til. Hans fór í skúla 1. apríl 1905 14 ára gamal. Men hann mátti fara úr skúlanum longu 1. mai, tí tá mátti kornið sáast. Skúlagongdin gjørdist tískil bert ein mánaður. Men tað vísti seg sum so ofta, at hóast fólk ikki gingu stórvegis í skúla, so kundu tey klárað seg merkiliga væl kortini.
Mamma Dánjal, sum var úr Kaldbak, gekk als ikki í skúla. Í Kaldbak kom skúli ikki fyrr enn í 1911. Pápin lærdi tey at lesa og skriva umframt sjálvsagt barnalærdómin. Dánjal átti eina mostir, Matilda, sum búði í Århus. Tá ið hon doyði, tók Dánjal sær av skiftinum. Tá fann hann 21 brøv frá mammu síni til mostrina skrivað á donskum.
Mostirin bleiv fyristøðukvinna á einum barnaheimi. Hon vildi fegin hava børnini fram í verðini, og fleiri teirra blivu akademikarar. Dánjal glósaði eina ferð mostrina við, hví hon endiliga vildi hava børnini at fara undir lesnað, tá hon sjálv kundi klára seg so væl uttan skúlagongd yvirhøvur. Mostirin legði eina við, at hetta máttu børnini ikki fáa at vita, tí kundu børnini missa respektina fyri henni! Sjálv vildi hon tó læra, og hon gekk á háskúla í tvey summar.
Fleiri av dreingjunum á barnaheiminum vóru við í mótstøðurørsluni móti týskarum undir hersetingini 1940-1945. Sjálv segði hon seg einki vita um hetta. Men okkurt ánilsi mundi hon hava, tí hon fór ikki til songar fyrr enn allir vóru heima aftur, og tað kundi stundum vera leingi at bíða.
Festi undir formyndaraskapi
Hans festi 18 ára gamal í 1909 undir formyndaraskapi. Myndugleikaaldurin var tá 25 ár. Hann fekk húshaldirsku, Kristianna, sum helt hús hjá honum í uppvøkstrinum fram til um 1908/09.
Í 1915 giftist Hans við Angeliku Jacobsen úr Heimistovu, Kaldbak, og árið eftir varð Dánjal føddur. Hon hevði havt tuberklar, sum nú vóru innikapslaðir, og hildu tey tí, at hon var frísk. Men tá hon stutt eftir fær dóttrina Bodil, bróta tuberklarnir út aftur. Tað gekk bert stutt tíð, til mamman doyði. Tá var Dánjal bara fýra ára gamal.
Systirin, Bodil, fór niður fyri kríggið. Hon fór á vevskúla, og orsakað av bardaganum slapp hon ikki heim aftur. Hon giftist við danskara og varð verandi í Danmark.
Eftir at Angelika var deyð, kom systir hennara, Jacobina, at halda hús hjá teimum. Tað endaði við, at tey bæði giftust. Tey fingu tveir synir, Tummas, sum tók við garðinum, og Hanus, sum gjørdist lækni.
Í 1934 kom franska rannsóknarskipið, Pourquoi Pas, inn á Kvívík. Skiparin, Chateau, kom niðan á telefonstøðina at senda telegramm. Tann, sum var á støðini, dugdi hvørki franskt ella enskt. Men Dánjal dugdi fitt av enskum, so hann kom upp í leikin sum tulkur.
Skiparin spurdi Dánjal um støðuna hjá honum. Jú, hann var 17 ár og arbeiddi hjá pápanum. Tey høvdu 7 kýr og ungneyt umframt 160 seyðir, og hesum livdu tey av. Sjálvur var hann elsti sonur og stóð til at taka við øllum. Skiparin helt við Dánjal, at hann var væl fyri. Hann segði seg ikki hava sæð nakað so grønt land sum Føroyar. Hetta var í juni, tá ið gróðurin er bestur. Hetta sama skip gekk burtur við allari manningini í 1936 eftir at hava verið á Havnini á veg til íslands. Hetta var ein nógv umtalað vanlukka.
Sum elsti sonur var Dánjal borin til garðin, men bóndaskapur hevði ikki hansara áhuga. Hann kendi snøgt sagt ikki seyð, meðan beiggin, Tummas, sum fyri kortum er deyður, kendi hvørja kleyv. Hetta skilti pápin als ikki, og tað tók honum dygt, at Dánjal ikki vildi taka við fedranna arvi. Hann helt, at á Hellu var so avgjørt besta stað á jørð, sum hann elskaði. Hann kundi ikki skilja, at nakar kundi fara av hesum bletti!
Var í meslingagrindini
Dánjal var 19 ára gamal drongur í tiltiknu meslingagrindini í Gøtu í 1935.
Tá ið grindaboðini hoyrdust, vóru teir nakrir kvívíkingar, sum fóru í grind. Teir fóru við bili til Kollafjarðar, hagani Johannes í Gerðinum førdi teir við báti inn á Skipanes. Men báturin gekk so seint, at teir eins væl kundu verið yvirhálaðir av teimum, sum valdu árarnar í staðin fyri motorin.
Teir fara so til gongu av Skipanesi til Gøtu, og tá teir koma fram, var grindin deyð. Grindin var um 179 hvalir
Teir fóru inn í Blásastovu at fáa sær ein bita. Í ferðalagnum var nevniliga ein sum kendi húsbóndan, Tummas sum var av Strondum, hagani báðir vóru ættaðir.
Dánjal mintist, at prátið gekk um, at eingin grind hevði verið í Gøtu í 50 ár. Vanligt hevði verið at koyra øsku av torvi ella koli á sjógv í samband við grindadráp, tí hetta skuldi kyrra grindina. Og nú vóru dungarnir eftir hesi 50 árini blivnir ógvuliga stórir og kundu nú rættiliga koma til sín rætt.
Aftaná at etið var, var so møguleiki fyri at fara antin í dans ella á missiónsmøti. Dánjal valdi dansin. Í dansinum mintist Dánjal seg at hava sæð mannin, ið helst er komin við smittuni, tí hann var útbrotin við meslingum. Hann var úr Norðuroyggjum.
Um náttina, meðan bíðað var eftir seðlunum, leitaðu kvívíkingarnir sær inn í eitt hoyggjhús, har teir boraðu seg niður í hoyggið fyri at fáa ein blund og eitt sindur av hita. Hetta var jú seinast í november, og tað var rættiliga kalt.
Seinni kemur eitt fríggjarapar inn í hoyggjhúsið, og hetta fingu kvívíkingarnir nógvan stuttleika burturúr, inntil hesi bæði varnaðust, at tey ikki vóru einsamøll og rýmdu útaftur.
Kvívíkingarnir gjørdu annars kvetti. Teir keyptu ein hóp av grind, og afturat hesum fingu teir hálvar partar. Teir leigaðu sær bil yvir á Skipanes við grindini, og so gekk leiðin sama veg heimaftur.
Tað vóru fólk, sum vórðu smittað av meslingum í hesi grindini, og nógv doyðu, eisini í Gøtu.
Men hesar meslingarnar merktu teir einki til í Kvívík. Teir høvdu gingið í 1929, og tá høvdu tey flestu havt sjúkuna. Men í 1935 doyði tveir kvívíkingar umborð á skipi av meslingum. Teir høvdu nevniliga skýggjað meslingarnar í 1929 og vóru slopnir tá.
Fór til Noregs
Í 1938 fór Dánjal á háskúla í Noregi. Aftaná háskúlan gjørdist hann húskallur á einum garði í Olden. Men ófriðarligt var í Europa, og 2. veraldarbardagi byrjaði í september í 1939. Dánjal helt, at tað nú mundi vera frægast at fara aftur til Føroyar. Hann kom heim í oktober 1939 við ”Lyru”. Dánjal og Elsa, sum eisini var úr Kvívík, vóru tá blivin trúlovað. Elsa var eisini á einum garði. Hon vildi eisini sleppa heim, men vildi fara heim úr Danmark. Elsa fór fyrst til Falster at vera hjá Zakariasi Brimnes, presti, sum var pápabeiggi hennara. Tískil var Elsa stødd í Danmark, tá Danmark varð hersett av Týsklandi í apríl 1940. Hetta var ein strika í rokningini, tí nú slapp hon ikki heim aftur.
Tað var ikki bert tað, men sambandið á annan hátt var meira enn trupult. Tey fyrstu árini kundu tey bert frætta sínámillum við Reyðakross brævi. Eitt slíkt bræv var avmarkað til 20 orð, og tey skuldu sensurerast. Tískil tók tað langa tíð at fáa boð ímillum.
Fríggjarabrøvini máttu um Svøríki og Portugal
Tað gjørdist kortini seinni møguligt at senda brøv úr og til Danmarkar frá uttanveltaðum londum. Elsa hevði samband við svenska sjúkrasystir, sum eisini búði í Svøríki. So tær fingu uppí lag ta skipan, at brøvini vórðu send til hesa sjúkrasystrina. Hon koyrdi tey so í ein brævbjálva og sendi tey víðari. Hetta var sjálvsagt nógv øðrvísi enn Reyða Kross brøvini, men tók framvegis tíð, tí brøvini skuldu sendast umvegis Portugal.
Annars nýtti Elsa tíðina niðri til at læra til sjúkrasystir á Diakonissestiftelsen, og hon tók prógv sum slík júst 5. mai 1945, frælsisdagin hjá Danmark. Hon arbeiddi sum sjúkrasystir inntil fyrsta barnið kom í 1950.
Gjørdist maskumaður
Dánjal valdi at fara á studentaskúla í Havn í 1940, og hann var liðugur í 1942. Í Havn búði hann hjá Johannu Matheu og Sigfred Skaale. Her var eitt serlig vinalag teirra millum. Omma Sigfred var úr Kaldbak, og hon var fastir mammu og stjúkmammu Dánjals. Her var so væl ímillum, at børnini hjá Sigfred kallaðu pápa Dánjal fyri Hans abbi og stjúkmammuna fyri Bina omma. Johanna Mathea, sum gjørdist 101 ár, mintist Dánjal sum ein dámligan ungling við humoristiskum sansi.
Eftir at Dánjal hevði fingið studentsprógv, stóðu honum ymisk arbeiði í boði. Hann valdi at taka við einum arbeiði at býta gassmaskur út. Bretar óttaðust fyri, at týskarar fóru at seta í verk eitt álop við gassi móti Føroyum, og tí skuldu allir føroyingar útgerast við gassmasku. Í hesum arbeiði skuldi Dánjal – saman við øðrum – ferðast kring alt landið. Í fyrsta umfari skuldu gassmaskurnar setast saman, síðani skuldu tær býtast út til fólk, og tey skuldu lærast, hvussu tær skuldu brúkast. Á Trøllanesi var Dánjal av børnunum kallaður maskumaðurin!
Tað vóru tríggjar støddir umframt ein stødd til børn frá 1-5 ár. Barnamaskurnar vóru eitt sindur pedagogiskar. Tær høvdu reyða nøs, so børnini ikki skuldu ræðast tær. Síðan var ein serlig maska til heilt smá børn. Hesa skuldu børnini fara í, og so skuldu mammurnar pumpa luft til barnið, um tað gjørdist neyðugt.
Góðar at reinsa spritt við
Tíbetur kom tað ongantíð til ta ætlaðu nýtsluna av gasmaskunum. Týskarar høvdu jú annað at nýta sítt gass til! Menn funnu skjótt funnu útav, at tað bar til at reinsa spritt, so tað væl gjørdist drekkandi, við at lata tað renna gjøgnum filtrið á maskunum, sum annars var ætlað at reinsa luftina fyri gass.
Hetta arbeiðið fekst Dánjal við fram til 1943. Annars arbeiddi hann á garðinum hjá pápanum. Í 1944 gjørdist læraraloysi í Kvívík. Dánjal lovaði at taka sær av hesum vetrarmánaðirnar, men tá ið tað fór at vára í 1945, fór hann aftur at velta.
Kríggið gjørdi, at Dánjal og Elsa ikki sóust í heili 5 ár. Men endiliga í 1945 kundi Elsa koma heim aftur. Hetta er eisini ein søga um trúfesti, sum vardi lívið út.
Tey bæði fóru longu niður aftur í 1945, tá Dánjal fór at lesa til djóralækna. Tey giftust í 1946 í Kvívík. Hann varð liðugur í 1952 og arbeiddi í eini 10 ár í Jyllandi.
Til Føroyar at vera djóralækni
Í 1962 kom Dánjal til Føroya at vera djóralækni. Carl Johan Bech, sum hevði verið djóralækni í ein mansaldur, var farin frá, og tí var eingin djóralækni í landinum. Tað varð gjørd ein nýggj tænastumannalóg, og her hevði djóralæknaembætið fingið eina raðfesting, sum Carl Johan metti sum eina undirmeting av starvinum. Hann tók avleiðingarnar av hesum í stundini og segði seg úr starvi.
Alt hetta merkti, at Dánjal ikki kundi koma heim, fyrr enn greiða var fingin á hesum viðurskiftum, men tað eydnaðist loksins. Tey bæði, Dánjal og Elsa, komu heim við teirra 4 børnum og búsettust í gomlu skúlastjórahúsunum í Gr. Kambansgøtu. Seinni fluttu tey yvir á Frúutrøð.
----
Næsti partur
Í komandi parti verður greitt frá arbeiðinum sum djóralækni. Dánjal kom eisini at virka sum semingsmaður. Eisini verður greitt frá ættini hjá Elsu.