Børn kappast um at ummæla bøkur

Býarbókasavnið bjóðar nú øllum børnum at deila sína bestu ella ringastu lesiuppliving við onnur og kanska vinna eitt gávukort afturfyri



Í nýggju summarkappingini hjá Býarbókasavninum fáa øll børn í 2. til 10. flokk nú kjansin at siga sína hjartans meining, um onkra bók, tey hava lisið. Bæði um bókin var framúr góð ella so vánalig, at onnur mugu ávarast ímóti henni. 18. august trekkja tey á Býarbókasavninum so lut, og tá fæst at vita, hvørji trý ummæli hava vunnið eitt gávukort á 300 krónur. 



Bíða spent

Á Býarbókasavninum hava í tvey ár nú havt eina serliga heimasíðu fyri børnini. Síðan eitur Títt Barnabarnabókasavn, og har kunnu øll børn í Føroyum sleppa at lesa ummælini hjá hvørjum øðrum.

Eisini er tað serliga lætt hjá børnunum at leita eftir bókum á hesi síðuni, sum hevur eina rúgvu av myndum, sum vísa tey ymsu sløgini av bókum. Her hava børnini eisini møguleika at siga sína hugsan um ymsar bøkur, men á Býarbókasavninum kundu tey hugsað sær at sæð enn fleiri bókaummæli frá børnunum.

- Nógv børn eru ófør at lesa bøkur og ofta er tað serliga stuttligt, um tú kanst deila, tað tú hevur lisið, við onnur børn, heldur Kristina Petersen, bókavørður, sum vónar at síggja nógv spennandi ummælir frá børnunum. 



Òfør at vitja

Annars vitja serliga nógv børn á Býarbókasavninum nú í summarfrítíðini, tá tey hava so góða tíð. Tey lesa og læna nógv ymiskt og nógv dáma serliga væl stuttligu bøkurnar um Herviliga Henry ella bøkurnar um detektivstovuna hjá Lassa og Maju.

Fantasy bøkur eru eisini sera væl umtóktar millum børnuni, til dømis Harry Potter bøkurnar og tær um dóttir Skammarans.

Eisini dámar børnunum væl ymsar uppdagilsisbøkur, so sum røðirnar ”Koldt blod”, Flukerne og røðina um Holger.

Serliga til børnini, sum júst hava lært at lesa, kundi Kristina Petersen hugsað sær at meir var at velja í millum, tí tey lesa alt millum himmal og jørð.

Annars eru børnini eisini ófør at leiga filmar, og har er okkurt til allar aldursbólkar – eisini filmar um Pingu til tey allarminstu.