Frælsur ítróttur
Undanfarin ár hevur Grand Prix kappingin verið ein partur at rennikappingunum á summarstevnunum kring landið. Rennikappingarnar á summarstevnunum fara ivaleyst at halda fram, men fyribils verða tær ikki partur av Grand Prix. Frælsur Ítróttur Føroya hevur ístaðin valt at skipa fyri einari Grand Prix kapping fyri børn og ung á frælsum ítróttarøki. Endamálið við broytingum er at økja/vekja áhugan hjá børnum og ungum fyri frælsum ítrótti á ítróttarøkið.
Í ár umfatar Grand Prix kappingin trý umfør. Kappast verður á Svangaskarði og er kappingin nógv broytt í mun til undanfarin ár. Aldursbólkarnir eru broyttir frá at verða tríggir árgangir saman, til at vera tveir árgangir saman.
Frá at vera bert ein teinur, so eru tvær kappingargreinar komnar afturat í ár. Tað verður eisini kappast í spurti og kúlustoyti. Og tað skal finnast ein vinnari í hvørjari grein. Tvs. at í somu kapping eru tríggjar Grand Prix kappingar: spurtir, miðteinur og kúlustoyt. Tað eru møguleiki hjá hvørjum einstøkum íðkara, at royna seg í øllum trimum greinunum.
Stigagevingin er eisini broytt í mun til undanfarin ár. Frá at fáa stig fyri plasering, so verður í ár givið stig fyri úrslitið tvs. tíðina ella longdina. Tí er umráðandi at fáa eina so góða tíð sum tilber og stoyta kúluna so langt tilber. Altjóða stigatalvan hjá IAAF (Altjóða Ítróttasambandið fyri Frælsan Ítrótt) verður brúkt at geva stig eftir, og har hon ikki umfatar tær greinarnar kappast verður í, verður ein stigatalva hjá DAF nýtt.