Børn og ung undir Nærverkið

Øll stovns- og stuðulstilboð til børn, ung og vaksin verður nú savnað undir sama stovni

Frá 1. september, týsdagin, verður málsøkið Børn og ung ein partur av Nærverkinum.

Tað er ein politisk avgerð at flyta málsøkið Børn og Ung frá Almannastovuni til Nærverkið, fyri at øll stovns- og stuðulstilboð til børn, ung og vaksin skulu vera undir sama stovni. Í sama viðfangi eru Trivnaðartænastan og Stuðulstænastan undir Nærverkinum lagdar saman undir eina leiðslu.

Endamálið við at flyta málsøkið er at fáa ein skynsamari rakstur bæði á Almannastovuni og Nærverkinum, tað vil siga at spara.

Yvirskipaða málið er at savna stuðulskipanir og stovnar landsins undir Nærverkinum og almannaveitingar undir Almannastovuni.