Børn við ongum móðurmáli

Tað hevur álvarsligar avleiðingar fyri málsligu menningina hjá føroyskum børnum, at barnatilfar til teldur og sjónvarp er ikki á føroyskum máli.

- Størstu tapararnir eru børn við ADHD, sum frammanundan eru málsliga illa fyri, og sum sita nógv frammanfyri skýggjanum, sigur Lisbeth Gotved Petersen, talupedagogur

Rópt verður nú varskó, tí føroysk børn, og serliga børn við ADHD, læra betri enskt og danskt enn føroyskt. Hetta er avleiðingin av, at filmar, undivísingartilfar til teldur og telduspøl ikki verða týdd til føroyskt mál.

Eitt hitt mest týðandi frálærutilfari til málsliga stimbran hjá børnum og ungum við menningarórógvi ADHD eru telduspøl og filmar. Men av tí at hetta tilfar ikki er at finna á føroyskum, læra tey ikki føroyskt, men enskt og danskt.

Sambært kanningum hava fimm prosent av øllum børnum ADHD. Hetta svarar til í miðal eitt barn í hvørjum skúlaflokki ella fleiri børn í hvørjum barnagarði. Hesi børn hava serligan tørv á stuðli og stimbrandi frálærutilfari, tí umframt, at tey hava vánalig bindini, eru tey ofta eisini málsliga illa fyri.


Teldan gott amboð

Í síðstu viku var svenski professarin og sálarlæknin Christopher Gillberg, serfrøðingur í ADHD og autismu í Føroyum og helt fyrilestur. Hann vísti á, at eitt eyðkenni hjá børnum við ADHD er, at tey ofta hava mál- og talutrupulleikar og at málmenningin kemur seint í lag. Seinni sæst, at tey eisini ofta hava lesi- og skrivitrupulleikar. Hann legði dent á, at teldan er eitt gott amboð hjá hesum børnum til at venja bindindi og í málsligu stimbranini, sum annars er ein trupulleiki. Men í Svøríki er tilfarið sjálvandi á móðurmálinum, í mun til í Føroyum, har tað er á enskum ella donskum.


Fáa feedback

Millum áhoyrararnir til fyrilestrarnar var Lisbeth Gotved Petersen, telupedagogur, audiologopedur, cand. phil. á Sernámsdeplinum. Hon sigur, at av tí, at hvørki telduspøl ella filmar verða týdd til føroyskt, hava børn, sum frammanundan eru málsliga veik, ilt við at læra føroyskt. Hetta er serliga galdandi fyri børn við ADHD, sum hava tørv á at nýta teldu og sjónvarp, sigur Lisbeth Gotved Petersen.

- Frá telduspølum og undirvísingartilfari til teldu fáa børnini beinanvegin feedback, sum er so neyðugt hjá teimum. Hetta er eisini orsøkin til, at tey kunnu sita í tímavís frammanfyri telduni og sjónvarpinum, sigur Lisbeth Gotved Petersen. Og hon leggur afturat, at harra Gilberg onki nevndi um, at børnini kunnu fáa málsligar trupulleikar av at sita so nógv frammanfyri telduni.

- Men hetta má skiljast sum, at tilfarið í Svøríki sjálvandi er á svenskum, sigur hon.


Støðugur ágangur

Hon vísir á, at sum talupedagogur kennir hon tað sum sína skyldu at gera vart við, at viðurskiftini í Føroyum eru serlig hjá málsliga veikum børnum.

- Tað er ein stórur trupulleiki, at nógv børn í Føroyum ikki læra føroyskt nóg væl, og dagstovnar hava leingi gjørt vart við henda stóra trupulleika, sigur Listbeth Gotved Petersen.

Hon hevur eisini varhugan av, at føroysk børn hava mál- og talutrupulleikar í størri mun enn í øðrum londum, har telduspøl, frálærutilfar og filmar eru á móðurmálinum.

- Tað er avgjørt ein vandi, at børnini í Føroyum eru undir støðugum ágangi av fremmandum máli, sigur hon.


Politisk uppgáva

Talupedagogurin heldur tað vera ein politisk uppgávu, at tilfar til børn og ung er á føroyskum máli. Tí heitir hon inniliga á landsstýriskvinnuna í Mentamálum um at raðfesta hetta økið, so at tilfarið verður týtt til føroyskt. Eisini skjýtur hon upp, at vit fáa í lag eina skipan, har Kringvarp Føroya kann selja teir mongu barnafilmarnar, sum vit longu eiga á føroyskum.

- Mong foreldur hava leingi ynskt sær at kunna keypt tær annars góðu barnasendingarnar, sum Kringvarp Føroya hevur umsett. Men hetta letur seg ikki gera, tí tær eru ikki til sølu. Hvat er meira natúrligt enn at lata fólk keypa hesar føroysku filmar, tá vit nú so harðliga mangla føroyskt tilfar og tá tað er kostnaðarmikið at umseta, spyr talupedagogurin.


--