Børnini hugna sær á spæliplássinum

Spæliplássið í Rituvík er ikki heilt liðugt enn. Men tað forðar kortini ikki børnunum í at gera brúk av møguleikunum har. Best er um summarið, men eisini ein góður mikudagur í januar mánaði kann brúkast.

Tað er mikumorgun í Rituvík. Ikki eitt menniskja er at síggja nakrastaðni. Vit koyra gjøgnum alla bygdina, og venda har úti og leggja leiðina aftur móti Runavík.
Tá síggja vit bráddliga nøkur børn í teimum gulu og eyðkendu búnunum við endurskininum uppiá. Tey eru á veg niðan á spæliplássið í bygdini saman við dagrøktarmammuni, Haldu Olsen.
Vit bíða eitt lítið bil, tí undan einum húsahorni síggja vit uppaftur fleiri børn koma, saman við teirra dagrøktarmammu, Sigurgunn Kjelnæs. Íalt savnast 9 børn saman henda vakra morgunin á spæliplássinum.
Spæliplássið er rættiliga nýtt og er ikki heilt liðugt enn. Men tað er so mikið væl útgjørt, at tað kortini kann brúkast hjá børnunum. Ikki bert børnini í Rituvík brúka tað, tí av og á koma eisini børn úr Æðuvík hagar.
- Okkum dámar sera væl at koma her. Og eg haldi, at hetta man vera eitt tað besta spæliplássið í allari kommununi, sigur Sigurgunn.

Tey blíva so góð við meg
Sigurgunn hevur verið dagrøktarmamma í samfull 14 ár. Og henni dámar hetta arbeiðið sera væl.
Hon hevur í løtuni fimm børn ? fýra í fullari tíð og eitt í hálvari tíð. Fýra teirra eru úr Rituvík og eitt úr Æðuvík, og eru tey í aldrinum 1 upp í 5 ár.
-Mær dámar sera væl at hava hesi børnini. Annars hevði eg ikki verið í hesum starvinum í øll hesi árini!
-Tað er eitt virkiliga deiligt arbeiði, sigur hon.
Eitt gott við arbeiðinum er, at hon kann vera heima hjá sær sjálvum, og hon kann somuleiðis vera heima, tá hennara egnu børn koma úr skúlanum.
- Jú, mær dámar væl at fáast við børn. Eg haldi, at eg sjálv fái so nógv aftur frá teimum. Tey blíva so góð við meg, og eg blívi so góð við tey. So tað er sera gevandi, skal eg siga tær, sigur Sigurgunn.

Til tey gerast køld
At fara yvir í spæliplássið í bygdini er nakað børnunum dámar serliga væl.
Serliga um summarið verður ofta farið yvir á spæliplássið, meðan tær um veturin fyri tað mesta halda børnini innanveggja.
Í vetur hevur ikki viðrað so gott, men mikudagin var veðrið sera gott, og tí var farið í spæliplássið við børnunum. Henda dagin vóru tey 9 í tali, umframt báðar dagrøktarmammurnar.
Og her kunnu børnini stuttleika sær í langa tíð - í roynd og veru líka til tey gerast køld. Um summarið ofta upp í einar tveir tímar, men tá ein hevur smærri børn í fylginum, gerast tey skjótari køld enn hini, og tí má umsjón takast við teimum.
Halda og Sigurgunn eru einastu dagrøktarmammurnar í Rituvík, men tær hittast tó hvønn mánamorgun saman við starvsfelagum sínum í fimleikarhøllini í Glyvra skúla. Tá er mikið rok og gangur, tá tær 20 dagrøktarmammurnar og tey umleið 100 børnini hugna sær saman. So er ? og soleiðis skal tað helst vera ? tá børn koma saman.