Hanna Jensen, landsstýriskvinna, hevur sett Fríðbjørg Hammer í starvið sum fyrstilærari í Kaldbak, og hon tekur við nú 1. juni.
Fríðbjørg er 48 ára gomul og varð lærari í 1997. Harumframt varð hon serlærari í 2012 umframt at hon hevur námsfrøðiliga leiðsluútbúgving, ið hon væntandi er liðug við nú í summar.
Fríðbjørg hevur drúgvar undirvísingarligar royndir bæði í Danmark og í Føroyum, og harafturat hevur hon leiðsluroyndir sum fyrstilærari og sum leiðari á førleikastovu. Skúlaárið 2018/19 hevur hon verið í tíðaravmarkaðum starvi sum fyrstilærari í Hvalvík, sigur Mentamálaráðið.