Børnini kappast við telefonina um foreldur síni

digitala universið má bíða, meðan vit eru saman við børnunum!

Umleið ein triðingur av børnum kenna seg lítilsverd, tá foreldur teirra hyggja at fartelefonini og brúka telefonina til ymiskt, meðan familjan etur saman, tá tey tosa saman, hyggja í sjónvarp ella spæla úti, vísir ein hollendsk kanning.

 

 

 

 

Kanningin fevnir um meir enn 6000 børn frá 8 til 13 ár úr átta ymiskum londum. Kanningin vísti á, at 32 prosent av børnunum kendu seg lítilsverd, tá mamma og pápin vóru upptikin á telefonini, og tey tí skuldu kappast við tøknina um teirra uppmerksemi.

 

 

 

 

Umleið ein helmingur av teimum 6000 spurdu børnunum hildu eisini, at foreldur teirra brúktu alt ov nógva tíð á telefonini, og ein helmingur av foreldrunum tóku undir við børnum teirra í, at tey eru á telefonini ov nógv av tíðini. Eisini vóru foreldrini stúrin fyri, hvørt tey vóru børnum sínum vánalig fyrimynd.

 

 

 

 

Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, heldur, at digitala universið kann og má bíða, meðan vit eru saman við børnum okkara.

 

 

 

 

-Leggið telefonina frá tykkum, tí børnini hava størri týdning enn telduposturin ella hvat trendar á twitter. Tað mugu foreldur vita, sigur hon.

 

 

 

 

Vit varpa ljós á evnið um ovurnýtslu av fartelefonini hjá foreldrum í Vikuskiftis Sosialinum, sum er á gøtuni fríggjamorgunin.