Børnini rýma til Havnar

Hildur Hermansen heldur, at Barnaheimið liggur best í Havn

 

Í morgin verður fyrsta viðgerð av einum uppskotið um at byggja nýtt barnaheim í Føroyum.

 

Barnaheimið skal eftir ætlan kosta 60 milliónir krónur og skal væntandi standa liðugt í 2022.

- Ja, tað er upp á tíðina. Eg havi arbeitt her í fimm ár, og eg gjørdi nokk so tíðliga greitt, at her var tørvur á nýggjum fysiskum karmum, sigur Hildur Hermansen, leiðari á Barnaheiminum.

 

Tey, sum búgva á Barnaheiminum í dag eru millum fimm og 22 ára gomul. Miðaltíðin fólk búgva á Barnaheiminum hevur veriðtrý ár, men er økt eitt sindur seinastu árini, greiðir hon frá.

 

Nýggja barnaheimið fer at hava 8-10 íbúðir og hølir, sum kunnu hýsa dagviðgerð til familjur.

Byggingin fevnir sostatt um:

- 1 móttøkudeild við 2 kømurum og 2 skermaðum íbúðum

- 4 bú-og viðgerðareindir við tilsamans 20 kømurum við atgongd til vesi og felagshøli

- 1 eftirverndareind við 4-6 smáum íbúðum

- 1 familjueind við 8-10 íbúðum í ymiskum støddum – herav eisini samveruíbúð.

 

Nakað av kjakið hevur verið um, hvar Barnaheimið skal byggjast.

- Eg havi faktiskt broytt meining á økinum. Áðrenn eg kom í arbeiðið, so hugsaði eg, at Barnaheimið átti at ligið uttan fyri Havnina, men mínar royndir vísa, at børnini heilt einfalt rýma til Havnar. Vit hava roynt at leiga hús uttan fyri Havnina, men tað riggar ikki væl, sigur Hildur Hermansen.

 

Hon vísir eisini á aðrar fyrimunir við at liggja í Havnini.

- Her er lættari at mingla inn í fjøldina. Her eru fleiri skúlar, so tey, sum búgva á Barnaheiminum kunnu ganga á ymiskum skúlum. Her eru eisini psykiatriski depilin, flestu sálarfrøðingarnir, og ein ørgrynna av frítíðartilboðum til børnini, sigur hon.

 

Hon noktar ikki fyri, at freistingarnar í Havn eru stórar, men minnir á, at tær finnast eisini aðrastaðni.

- Hassj er ikki bara í Havnini, rúsdrekka og onnur rúsevni finnast sanniliga eisini uttan fyri Havnina. Samlaðu fyrimunirnir við at vera í Havn, har vit kunnu bjóða børnunum eina ørgrynnu av øðrum frítíðartilboðum, ger, at eg meti, at Barnaheimið liggur best í Havn, sigur Hildur Hermansen.