Børnini skulu ikki sleppa undan føroyskum dansi í fólkaskúlanum

Øll børn skulu hava føroyskan dans í skúlanum.Tað heldur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.

 

Hósdagin viðgjørdi Løgtingið eitt uppskot frá Poul Michelsen, landsstýrismanni, um at seta altjóða sáttmálan um at verja heimsins siðaarv, í gildi fyri Føroyar. Í tí sambandi førdu bæði løgtingslimir, og Rigmor Dam, fram, at føroyskur dansur, og kvæðini, mugu metast at vera av okkara allar fremsta siðaarvi, sum var verdur at varðveita.

 

Og landsstýriskvinnan staðfesti, at nú verður enn eitt stig tikið fyri at varðveita føroyska dansin og kvæðini. Og tað stigið er, at øll skúlabørn í Føroyum skulu hava føroyskan dans í skúlanum.

 

Tað stendur í núverandi lóg, at børnini skulu hava undirvísing í kvæðamentan, kvøðing og føroyskum dansi. Men tað stendur eisini, at tá ið foreldrini krevja tað, skulu børnini sleppa undan at dansa føroyskan dans.

 

Men Rigmor Dam mælir nú til, at hendan undantaksreglan skal strikast í lógini, nevniliga at børnini skulu sleppa undan at dansa føroyskan dans í skúlanum, tá ið foreldrini krevja tað.

 

Hon hevur lagt eitt uppskot fyri Løgtingið um at broyta fólkaskúlalógina, og ein broyting, hon skjýtur upp at gera, er at strika regluna um, at børnini kunnu sleppa undan at dansa føroyskan dans í skúlanum.

 

 – Framyvir skal tað verða kravt, at børnini hava føroyskan dans í skúlanum, tí tað er sjálvsagt, at børnini læra um hendan týdningarmikla siðaarv okkara, sigur Landsstýriskvinnan. Og sostatt skal reglan um, at børnini kunnu sleppa undan føroyskum dansi í skúlanum, sjálvandi avtakast, sigur hon

 

– Kvæðini og føroyski dansurin er eitt dømi um gamlan, føroyskan siðaarv, sum hevur yvirliva, eitt nú ígjøgnum tey ymsu dansifeløgini kring landið og ígjøgnum okkara skúlaskipan. Og í dag eru kvæðini ein púra natúrligur partur av okkara skaldskapararvi, leggur hon afturat.

 

So er spurningurin bara um hon fær undirtøku fyri tí í Løgtinginum, men tað fáa vit ikki at vita, fyrrenn Løgtingi fer at umrøða málið.