Búskapar og løgfrøðingafelagið og rættartrygd

Hans Birgir Hansen


Búskapar- og løgfrøðingafelagið skapar onga rættartrygd, tá talan er um at fáa hondhevja landsins lóggávur, skipanir, dagligar mannagongdir, kunn- og reglugerðir, við meira!
Sjálvt avvarðandi myndugleikar og valdir, klára ikki at fáa hondhevja áðurnevnda og fremja tillagingar innan miðfyrisitingar, at tæna øllum landsins borg-arum eins í Havn!
Hvat skulu vit hava nógvu embætisfólkini til í miðfyrisitingunum, ið ikki arbeiða fyri sínar feitu lønir, við viðbótum í dag ið ikki fá avrikað eins nógv sum skrivstovufólki í Havn!
Hví hava vit síðan fyrst í sjeytiárunum sett danskar og útlendskar lóggávur, skipanir, mannagongdir, kunn- og reglugerðir í gildi í Føroyum, ið síðan eru umsett til føroyskt!
Eg vil siga vit hava stak vánaligt, lóggávu, dóms, útinnandi valdir, ið ikki fáa ílag, dagføringar og tillagingar, innan miðfyrisitingar, ið ein dagliga hevur stríðst við í Havnini!
Tað sama er galdandi innan kommunalar, og privatar og ríkis, miðfyrisitingar, í Tórshavnar/Suður-streymoy og tá avgreiðslu-fólkini ? málsviðgerarar, ikki viðgera øll eins!
Tað er alt grundleggjandi skeivt og órættvíst skipað og innrætta miðfyrisitingar í ikki tillaga seg at tæna øllum landsins borgarum eins, uttan mun til høgu og lágu borgarar!
Tað er einki sum eitur at sýna nakran solidaritet mótvegis hvørjum øðrum sum starvsfelagar og fak-felagslimir, tá ið hugt verður eftir teim í miðfyrisit-ingunum í Havnini í dag!
Tað er tá ein viðger fakfelags ruðuleikar við atliti til tað almenna, landi, kommunur, privata, ríkið, ið avdúka sín ósolidaritet, við fleiri álitisstørvum og hjáarbeiðum í Havn.
Eg havi áður viðgjørt advokatstættir ? dómstólar ? ákæruvald, tá hesi skipa rættarting, og stættirnir fáa rættarmál á dagsskránna, ið hongur í forhøllum í dóm-húsunum!
Danska løgreglan á politistøðunum, kring alt landið viðgera ikki allar landsins borgarar eins við atliti lóggávur, skipanir, dagligar mannagongdir, kunn- og reglugerðir!
Felags fyri øll er at tey skilja ikki at vera til fyri landsins borgarar og ikki øvugt soleiðis sum sam-felagsstøðan er í dag úti í hvørjari av landsins komm-unum í oyggjunum.