Bátapláss
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Innan fyri ferjuleguna við Gomlu Rætt á Streymoynni, hava menn úr vestursíðuni á Streymoynni, umframt úr Koltri og Hesti havt bátar sínar liggjandi seinastu 15 árini. Nú vil Landsverk, sum eigur havnina, ikki longur ganga við til, at hesir bátar liggja har, og tað setir eigararnar í eina tronga støðu.
- Eg havi havt bátin liggjandi við Gomlu Rætt síðan í 1995, og havi ongantíð fingið at vita, at báturin hjá mær ikki kann liggja har. Tí haldi eg tað vera løgi, at Landsverk kemur við tílíkum kravboðum úr bláari luft, uttan at geva okkum nakra umráðingartíð, sigur Sigmar Hansen úr Kirkjubø.
Talan er um 15 bátar, sum áðrenn midnátt skulu flytast, tí Landsverk ikki longur vil lata havnarøki til stuttleikabátar í Tórshavnar kommunu.
Á midnátt verði eg kriminellur
Tað, sum argar Sigmar Hansen mest av øllum, er, at um hann ikki flytur bátin fyri midnátt verður hann saman við hinum eigarunum meldaður til løgregluna.
- Tað er so sára einfalt. Á midnátt verði eg kriminellur. Tað meti eg vera løgi, tí í meira enn tíggju ár havi eg havt bátin hjá mær liggjandi har, og ongin hevur sagt nakað vera galið við tí. Tí er tað so løgi, at eg á midnátt verði kriminellur, tá eg havi havt bátin liggjandi har í meira enn tíggju ár, greiðir Sigmar Hansen frá. Hann leggur afturat, at tað er ógjørligt at flyta bátin sum er, tí motorurin er gingin fyri.
Bátarnir órógva ongan
Sigmar Hansen metir sum heild, at málið er illa frágingið, og at orsøkirnar til kravboðini eru løgnar.
- Eg skilji ikki, hví bátarnir skulu flytast. Teir órógva ongan og nevnir nakar, at teir órógva Teistan so er tað tvætl. Serliga er alt løgi, tá mann hugsar um, at bátarnir úr í Hesti ongi boð fáa, er ilt at skilja nakað sum helst av tí, sigur Sigmar Hansen.
Niels Pauli Magnusson, ið er skipari á Teistanum, tekur undir við bátaeigarunum, tá tað kemur til Teistan.
- Tað hevur ikki verið nakar trupulleiki hjá okkum, har er gott at leggja at, og bátarnir eru ikki nakað vit hugsa um, greiðir Niels Pauli Magnusson frá.
Ongi boð fingið
Bátaeigararnir halda tað eisini vera løgi, at ongi verulig boð eru komin.
- Tað stóð okkurt í bløðunum, men tað eru ikki øll, sum lesa bløðini, og eg var sjálvur burturstaddur, tá boðini komu fyri umleið einum mánaði síðani. Síðani tá hava vit fingið eitt bræv, men tað er ikki sent til okkum allar. Tað er sent til ein av eigarunum, sum hevur fingið boð at bera brævið til hinar. So tað er onki løgi í, at vit ikki vita hvørji boðini eru, greiðir bátseigarin frá.
Kann vera okkurt við býráðnum
Í 2005 komu bygdirnar í økinum inn í Tórshavnar kommunu, og Sigmar Hansen hevur ein illgruna um, at tað er Landsverk, sum vil hava eina avtalu við Tórshavnar kommunu.
- Tað kundi verið, at Landsverk ikki vil geva pláss til okkum tí teir vilja geva kommununi ábyrgdina, men heldur ikki havnarfútin í Havn fær hjálpt okkum.
- Eg vóni bara, at kravboðini verða tikin aftur, ella freistin í hvussu so er longd, tí so hevur mann tíð at umráða seg, ella í hvussu so er tíð at umhugsa støðuna, fortelur Sigmar Hansen, bátseigari.