Bátafestivalur eydnaðist sera væl

- Sera nógv fólk vitjaði bátafestivalin í góðveðrinum, og tiltakið eydnaðist stak væl, sigur borgarstjórin, Jóhannus Danielsen.

- Vit takka Bátafelagnum á Toftum og fólkunum aftan fyri bátafelagið fyri ein sera væl fyriskipaðan bátafestival og fyri tað megnar arbeiðið, sum verður gjørt soleiðis, at bátafestivalurin ár eftir ár er møguligur.

 

Tað sigur borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen. Hann vísir á, at í allar fagrasta várveðri varð bátafestivalurin hildin leygardagin.

 

- Sera nógv fólk vitjaði bátafestivalin í góðveðrinum, og tiltakið eydnaðist stak væl. Einir 60-70 bátar vóru við í fylginum úr Skálafirði og inn í Oyrahavnina nakað fyri klokkan 14, har harmonikulið tók ímóti við góðum harmonikutónum.

 

Tað var Símun Johannesen, fyrrverandi borgarstjóri í Nes kommunu, sum helt talu og bjóðaði vælkomin, og eftir røðuna vórðu allar manningarnar bodnar út á fiskavirkið til suppu.

 

- Tað vóru eisini nógv fólk, sum vitjaðu bátafestivalin yvir land, og eitt nú kom eitt fylgi við umleið 100 motorsúklum á festivaløkið og setti sín serliga dám á dagin. Nógv fólk hugnaðu sær á festivaløkinum allan dagin, sum endaði við stórdansi við Halluri Joensen Band. 

 

Niðurstøðan hjá borgarstjóranum í Nes kommunu er, at bátafestivalurin eydanðist sera væl.

 

- Men, aftan fyri liggur eitt megnar arbeiðið, sum Bátafelagið á Toftum og fólkið aftanfyri felagið legði fyri dagin. Vit vilja takka teimum hjartaliga fyri stóra arbeiðið, sum verður gjørt ár um ár soleiðis, at møguleiki er fyri at halda Bátafestival á Toftum, okkara íbúgum og vitjandi til stóra gleði.

 

Jóhannus Danielsen takkar vegna kommununa eisini fyri, at tikið er so væl ímóti várdøgum, sum Nes kommuna í ár fyriskipaði fyri triðju ferð.