"Bátaradio" á Rás2 fríggjadagin

Sum til aðrar bátaradiosendingar verður Vilmund Jacobsen reportari

Rás2 sendir "Bátaradio" í morgin í samband við, at árliga Regatta-siglingin hjá Hósvíkar Róðrarfelag er á skránni. Vilmund Jacobsen, sum er væl kendur millum bátafólkið í Føroyum fer at verða reportari.

 

Sent verður fyrst millum klokkan 16.30 og 18.25 fríggjadagin. Seinni um kvøldið verður komið inn úr Hósvík klokkan 19.15, og aftur klokkan 20.30 við stemningi úr Hósvík har bátarnir leggja at. Sendingin byrjar norðuri á Eiði áðrenn bátarnir fara av Eiði og sigla suður til Hósvíkar.

 

Nøkur av prátunum Vilmund Jacobsen ger í morgin verða at finna úti á in.fo seinni um kvøldið.

 

Til ber at lurta eftir "Bátaradio" á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.