Í kvøld - mikukvøldið 19. september klokkan 19 - verður framsýning av bátatekningum og framløga um føroyskt bátasmíð í bygdarhúsinum við Gjógv.
Tiltakið er ein partur av mentanardøgum í Sunda kommunu, sum hava nógv forvitnisligt á skrá.
- Forkunnuga framsýningin er av bátatekningum, sum Andrass Joensen hevur gjørt. Framløga verður um tað søguliga um hesar bátar og um bátasmiðirnar, ið smíðað bátarnar - alt við útgangsstøði í bókini "Hin føroyski róðrarbáturin.
Í Sunda kommunu vita tey at siga, at tað verður Andrass Joensen, ættaður av Húsum á Kalsoynni, bátasmiður og skipasmiðjur, sum fer at greiða frá í bygdarhúsinum við Gjógv í kvøld.
Mentanardagar eru í Sunda kommunu í døgunum, 13.-22. september, og skráin kann síggjast um heimasíðuna - www.sunda.fo