Bótin fyri at parkera ólógligt hækkar nógv

FERÐSLULÓGIN Bótin fyri at parkera ólógliga skal meiri enn tvífaldast og kommunurnar skulu hava inntøkurnar av bótunum

Nú skal bótin fyri at parkera ólógligt hækka upp í 500 krónur.
Tað er ætlanin hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innendismálum.
Í heyst fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta ferðslulógina á ymsum økjum.
Í hesum sambandi hevur hann nú sent uppskotið til hoyringar hjá ymsum pørtum, sum kunnu hugsast at hava áhugað í málinum.

Ólógliga parkering skal svíða
Ein broyting, ætlanin er at seta í verk, er, at nú skal bótin fyri at parkera ólógliga meiri enn tvífaldast.
Sum støðan er nú, er bótin 200 krónur fyri at parkera ólógligt.
Men samstundis hava bæði løgregla og Tórshavnar Kommuna ásannað, at ólóglig parkering er ein stórur trupulleiki.
Og nógv eru samd um, at ein orsøk til, at bilførarar ikki virða parkeringsforboðni betri, er, at bótin er ov lág.
Tí hava myndugleikarnir leingi mælt til, at bótin skal hækka upp í 500 krónur, sum eisini er minsta bo?tin fyri at bróta a? ferðslulo?gina annars.
- Tað einasta, sum veruliga munar, er tá ið pengapungurin hjá fólki verður raktur, heldur Løgreglan.
Tí er ætlanin, at bótin nú skal hækkast upp í 500 krónur, so at tað merkist av álvara, tá ið ein bilførari verður tikin fyri ólógliga parkering.

Gjald fyri parkering
Men hetta er ikki einasta broytingin, sum er á veg.
Tí samstundis, sum bótin hækkar, er eisini ætlanin, at øll skipanin viðvíkjandi parkering, skulu leggjast undir kommunurnar at umsitast.
Kári P. Højgaard sigur, at bæði fútin og kommunurnar hava ”eitt sterkt ynski” um, at umsitingin av parkeringsskipanini verður flutt fra? Fu?tanum til kommunurnar at umsita.
Frammanundan eru tað kommunurnar, sum løna parkeringsvørðunum, men tað er fútin, sum fær allar inntøkurnar av parkeringsbótunum.
Men nú er ætlanin eisini, at kommunurnar skulu fáa inntøkurnar av bótunum.
Í hesum sambandi hevur Tórshavnar Kommuna boðað Innlendismálaráðnum frá, at ætlanin er at seta inntøkurnnar av parkeringsbótum í ein grunn.
Samstundis skal grunnurin brúkast til at fi?ggja parkeringsautomatir og kanska eitt parkeringshu?s eisini.
Í hesum sambandi er ætlar Tórshavnar Kommuna at taka gjald fyri at parkera í parkeringshúsinum.