Um middagsleitið í dag fekk MRCC-støðin eina áheitan frá manningini á einum smábáti, ið var staddur á Funningsfirði, at teimum tørvaði hjálp.
Upplýst bleiv fyri MRCC-støðini, at báturin hevði fingið eitthvørt um skrúvuna og fekk tí ikki siglt aftur í havn.
Rescue Vón, ið hevur heimstað á Eiði, var nærmasti bjargingarbátur og bleiv tí heitt á manningina har, at fara bátinum til hjálpa.
Tað gekk bara heilt væl at hjálpa, tí longu tríggjar tímar seinni boðaði manningin umborð á Rescue Vón, at teir høvdu hjálpt bátinum aftur til heimbygdina og vóru nú sjálvir aftur á Eiði.

Bátur fekk um skrúvuna

