Tey, sum búgva í avstralska landspartinum Queensland, vilja vera við, at "Larry" var tann riongasta melduródnin í meiri enn hundrað ár. Sethús, skúlar og aðrir bygningar vórðu javnaðir við jørðina, gomul trø vórðu rykt upp við rót, og í gjár sótu 50.000 fólk framvegis í streymloysi.
-Býurin er sum bumbaður, segði borgarstjórin í býnum Cairns við fjølmiðlarnar, og sambært blaðnum The Australian hevur "Larry" gjørt skaða fyri minst hálva aðru milliard krónur.
Tað kann gerast verri enn, tí í gjár boðaðu avstralsku veðurmenninir frá, at ein onnur melduródn er á veg ímóti landi, og at hon helst eisini fer at raka Queensland. Ódnin, sum hevur fingið navnið "Wati", var í gjár 800 fjórðingar eystan fyri avstralsku strondina og gekk vestureftir. Hon er ikki so ring sum "Larry", men veðurmenninir siga, at hon fer at versna, so hvørt sum hon nærkast landi.