Seks ferðir og meiri enn tað hevði stóripinnur verið runt, eftir at vanliga leiktíðin var farin. So var tað, at B36 javnaði til 3-3. Tá hevði Víkingur í eitt korter verið undirmannað, eftir at Rani Hansen hevði sæð beinleiðis reytt kort.
B36 er botnlið við fýra stigum. Enn hevur B36 ongan dystin vunnið. Javnleikurin í kvøld var tann fjórði.
Víkingur er á fjórða plássi við 16 stigum. Javnleikurin í kvøld var tann fyrsti í ár hjá Víkingi.
Hálvleiksstøðan var 3-1 til gestirnar.
Eitt korter var farið, tá ið Jens Eiler Samsson legði Víking á odda. Arnór Brandsson átti uppleggið. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 17 ára gamli Jens Eiler Samsson var málskjútti í 1. deild.
Tíggju minuttir seinni javnaði B36 til 1-1. Málskjútti var Dávid Høgnason Viderø. Hetta var aðru ferð í ár, at 16 ára gamli álopsspælarin var málskjútti í næstbestu deildini. Uppleggið átti Jóhann Hansson Joensen, ið var ein av fleiri á B36 liðnum, sum plaga at vera á listanum hjá besta liðnum. Hinir vóru Tobias Hansen, sum bara var á vøllinum í fyrra hálvleiki, Markus J. Hellisdal, sum var á vøllinum alla tíðina, og Bergur J. Poulsen, sum er við at koma fyri seg aftur eftir skaðasteðg.
Ein hálvur tími var farin, tá ið Fannhard Antonson Skoradal legði Víking á odda 2-1, og tveir minuttir undan steðginum økti hann um leiðsluna til 3-1. Nú hevur Fannhard skorað trý mál í 1. deild í ár.
Fýra minuttir eftir steðgin minkaði B36 um munin til 3-2. Málskjútti var Bergur J. Poulsen, sum inntil eftir 2022 kappingarárið var Víkinga spælari. Í fyrraárið og í fjør var hann í EB/Streymi, og nú er hann í B36. Hetta var annað málið hjá Bergi í B36 búnanum. Tað fyrsta skoraði hann, tá ið B36 í bestu deildini vann 1-0 á heimavølli ímóti Víkingi.
Tá ið tað restaði eitt korter, varð Nils Eiriksson skiftur inn á heimaliðið, og tað var hann, sum í síðsta minutti javnaði til 3-3. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti í næstbestu deildini.
Um eina viku eigur B36 aftur heimavøll. Tá verður talan um grannauppgerð ímóti AB.
Mikudagin fær Víkingur vitjan av grannunum í ÍF.