B36 plagar at avrika heilt væl í europeisku kappingunum. Fyrr í summar er tað eydnast Dan Brimsvík og hansara monnum tvær ferðir at vinna seg víðari í kappingini, og hóast kroatiska mótstøðuliðið á Tórsvølli í kvøld varð roknað at vera stinnari enn tey bæði, sum B36 longu hevur varpað úr kappingini, so bjóðaði heimaliðið á Tórsvølli álvara av, og tað eydnaðist at fáa hol á.
Í 33. minutti var tað Michal Przybylski, sum í skjótum mótálopi legði innfyri úr vinstru, og so var tað skjóti Hannes Agnarsson, sum mitt fyri stýrdi bóltin inn við nærra stólpa, og fagnaðurin var stórur í heimaleguni.
B36 spældi hesa løtuna við áræði og sjálvsáliti, men so var tað, at risastórt dómaramistak bar 1-1 mál við sær, og tá misti B36 alt á gólvið.
Átta minuttir eftir 1-0 málið javnaði HNK Rijeka við brotssparki, og tað var vorðin sum gáva, ið finski dómarin bar kroatunum. Michal Przybilski ofraði seg, tá ið hann tveitti seg fyri inn framlegging eitt sindur úr høgru. Bólturin rakti armin, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki, hóast Michal heilt klárt var staddur uttanfyri brotsteigin. Hjálpardómarin var væl plaseraður og helt við dómaranum, og so var einki at gera hjá B36, tí eingin VAR dómari var á Tórsvølli í kvøld.
Burturdømingin bar við sær, at B36 spælararnir mistu fokus á tí, sum tað eigur at snúgva seg í. Tríggjar minuttir eftir steðgin legði HNK Rijeka seg á odda 2-1 eftir hornaspark og ikki so sannførandi eftiransingar, og síðani gekk tað fyri seg eftir treytunum hjá gestunum.
Málskjúttin og størsta álopshóttanin hjá B36, Hannes Agnarsson, noyddist skaddur av vøllinum, og síðani var tað rárasta hending, at B36 var vandamikið á síðsta triðinginum. B36 spælararnir vístu fínan hugburð, men fyri tað mesta runnu teir aftaná kroatisku mótstøðumonnnum, sum vístu seg at vera tryggir og skjótir bóltspælarar, og í síðstu løtu øktu teir eftir fríspark úr vinstru og við handara stólpa ti 3-1. Tá sá verjuspælið hjá B36 ikki so gott út, og at HNK Rijeka fer á heimavøllin um eina viku við 3-1 leiðslu sigur eftir øllum at døma, at leikluturin hjá B36 í Europa á hesum sinni verður liðugur um eina viku.
B36 – HNK Rijeka 1-3 (1-1)
Conference League
Á Tórsvølli hósdagin 10. august 2023 kl. 19.00
1-0: Hannes Agnarsson 33.
1-1: Niko Jankovic br 41.
1-2: Bruno Goda 48.
1-3: Stjepan Radeljic 89.
Dómarabólkur úr Finnlandi: Mohammed Al Mara, Turkka Valjakka, Juuso Mantero og Peiman Simani (4. dómari)
B36: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Isak Jönsson, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson, Jann J. Benjaminsen – Andrass Johansen (Erlendur Magnusson, 91.), Eli Falkvard Nielsen (Emil Weihe Joensen, 91.), Taufee Skandari (Valerijs Sabala, 73.), Michal Przybylski (Benjamin Heinesen, 92.) – Hannes Agnarsson (Bjarki C. Nielsen, 51.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Silas Eyðsteinsson, Hans Jørgensen, Andrias H. Eriksen, Marrias Hellisdal, Lukas Giessing, Aron Knudsen
Gult kort: Magnus Egilsson, Bjarki C. Nielsen, Michal Przybylski
Venjari: Dan Brimsvík
Hjálparvenjari: Mikkel Richardt Mortensen