B36 er á veg í eldin á Balkan

Fremsti álopsspælarin er ikki tøkur í dag

B36 legði í gjár síðstu hond á fyrireikingarnar til dystin í dag. Mynd: B36

Klokkan 17 fer Rauf Jabarov úr Aserbadjan at bríksla fyri fyrstu ferð á Milan Jelic í Modrica í Bosnia Hersegovina, har B36 er gestur hjá Borac.

 

Tað er summarveður, og hitastigini í Bosnia eru í dag umleið 27.

 

-Vit hava verið her síðani mánadagin, og vit eru klárir at spæla eftir at hava vant okkum við grasið og veðrið. Eingin ivi er um, at talan er um ógvuliga stóra mótstøðu, men vit kenna okkum hava møguleika at røkka góðum úrsliti, og tí møguleikanum fara vit eftir, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík.

 

Brian Jakobsen noyddist av vøllinum, tá ið B36 í síðsta landskappingardystinum undan fráferðini úr Føroyum tapti 2-1 í Gøtu. Hann er ikki tøkur í dag.

 

Andrass Johansen hevur verið skaddur seinastu vikurnar. Nú er hann tøkur aftur.

 

 

 

B36 legði í gjár síðstu hond á fyrireikingarnar til dystin í dag. Mynd: B36